Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Málið um heilsutrygdargjald hjá sjómonnum, sum Heilsutrygd herfyri tapti í Føroya Rætti, er nú skotið inn fyri Landsrættin.

Tað váttar Heilsutrygd fyri VP.

Málið er fleiri ára gamalt, og snýr seg um, at sjómenn, sum sigla úti, ikki vilja rinda dupult gjald fyri heilsutrygd.

Tveir mans, sum sigla við norskum skipum, vórðu stevndir av Heilsutrygd, men vórðu frídømdir og Heilsutrygd dømt at rinda sakarmálskostnaðin.

Áðrenn dómin hevði kærunevndin sagt, at menninir ikki skuldu rinda til bæði Heilsutryg og tað sum í Noregi eitur Folketrygd.

Heilsutrygd fór í rættin við monnunum, tapti málið har, men hevur nú tikið avgerð um at fara víðari við málinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo