Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Undan ólavsøku harmaðist fútin um eitt skriv frá einum limi í ferðslunevndini, sum útvarpið hevði fingið innlit í og síðan almannakunngjørt.

Orsøkin til at skrivið var almannakunngjørt var helst bara, at tað var so sjáldsama illavorðið og ljótt orðað – m.a. varð borgarstjórin í Havn skuldsettur fyri at skíta niðureftir rygginum á fólki.

Fútin harmaðist um at skrivið var almannakunngjørt og lovaði, at í framtíðini fór løgreglan at vanda sær um málburðin.

Men skrivið var eitt skriv frá løgregluni, undirskrivað “Føroya Politi” og signerað av Rana Wardum, ið tittulerar seg “Politikommisær, Leiðari, Føroya Politi”. Soleiðis er hetta eitt fullgildugt bræv frá “føroysku” løgregluni.

Fútin hevur harmast almannakunngerðina, men onki er frætt um, at ærumeiðandi brævið hevur fingið nakrar fylgjur fyri politikommiserin, og tí spurdi VP um hetta hevði fingið nakrar avleiðingar.

VP vísti á at politikommiserurin møguliga hevur persónlig áhugamál í hesum sambandi. Málið snýr seg um forboðið hjá Tórshavnar kommunu móti grótkoyring av Gomlurætt um næturnar.

Politikommiserurin var harðliga ímóti forboðnum í ferðslunevndini.

VP spurdi eisini fútan um politikommiserurin møguliga var innhabilur í nevndararbeiðinum.

Fútin hevur longu svarað VP og verður svar fútans endugivið á upprunamálinum:

- Jeg vil gerne endnu en gang understrege, at jeg ikke er tilfreds med sprogbrugen og udsagnene i den nævnte e-mail. Det er jeg naturligvis ikke, uanset om det måtte være kommet frem offentligt eller ej.

- Hvilke konsekvenser, det eventuelt måtte have for den pågældende polititjenestemand er personaleforhold i en konkret sag, som er omfattet af tavshedspligt. Jeg kan derfor  ikke udtale mig yderligere om dette.

Viðvíkjandi spurninginum um møgulig persónlig áhugamál hjá politikommiserinum, sum so gjørdu hann innhabilan í nevndararbeiðinum, sigur fútin, at "efter mit skøn er det ikke tilstrækkeligt til, at der foreligger inhabilitet."

- Jeg bygger skønnet på, at der ikke foreligger oplysninger om, at transporterne, der indikerer, at polititjenestemanden har en særlig personlig interesse i, at transporterne kan gennemføres om natten.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo