Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í seinasta mánaði hevði undirritaði eina stutta grein í Vágaportalinum og Sosialinum um tað skilagóða prátið um okkara mál og skriftmál, sum Kringvarp Føroya hevur regluliga eina ferð um vikuna.

Prát, sum vit hava brúk fyri, helt undirritaði.

Í greinini var eisini spurt, um tað ikki er býttisligt og heilt burturvið, at føroysk børn ikki mugu læra ABC´ið í barnaskúlanum.

Hetta er heilt óskiljandi. Í øldir hava smá børn í Føroyum lært ABC´ið har heima og í skúlanum.

Nólsoyar Páll (doyði fyri 210 árum síðani) yrkti kvæðið Jákup á Møn:

Tá ið hann var á tólvta ári,
var hann sleppingur góður.
Lærdi at remsa ABC
og sýntist at bregða til móður.

Undirritaði fekk eitt bræv nú um dagarnar frá einum rithøvundi, sum hevði lisið mína umrøddu grein. Í ár (2019) hevur rithøvundurin aftur givið út eina skaldsøgu. Í henni kunnu vit lesa: ”Den 28. juli havde vejret  bestemt sig at være nådigt. Ingen regn, en smule sol indimellem, og ikke megen blæst …. Da taleren afsluttede, var der ingen klapsalver, men en  mandsstemme løftede sig, fulgt af hundredevis af stemmer:  Guð signi mítt føðiland Føroyar.

Í brævinum til undirritaða skrivar hon:  ”Jeg havde en lærer i realskolen, ganske mærkværdig med hensyn til at opfinde ord. Han underviste, at ein barnavognur slet ikke måtte hedde således, men alskhugurfyllingarstað. Altså noget i retning af et sted, hvor resultatet af et elskovsmøde kunne henlægges. Jeg var så bange for ham, at jeg slet ikke turde le……”

Hon spurdi undirritaða: Er det i nærheden af det, sprogcensuren er nu?

Til hetta svaraði eg –  rithøvundurin skilur rættiliga væl føroyskt – at tað er nógv verri. Vit lærdu ABC’ið í barnaskúlanum, men nú er tað ikki loyvt skúlalærarum at læra hesi neyðars børn abc´ið, sum teirra foreldur og forfedrar lærdu at lesa og skriva.

Og so tað, sum kanska er verri enn alt: Okkara alfabet er vorðið avlamið. Bókstavirnir c, q, w, x og z eru avtiknir, eru als ikki til sum undirvísingaramboð í barnaskúlunum, hóast stórt tal – fleiri hundrað fyri ikki at siga í túsundatali – av børnum í barnaskúlunum hava bæði fornøvn og eftirnøvn og foreldranøvn við c, w og z.

Er hetta ikki mental píning av børnum við nøvnum við eyðkennisbókstøvum, sum teimum ikki er loyvt at læra í skúlanum, alt meðan tey læra at lesa og skriva føroyskt? Eru teirra nøvn og ættarnøvn skúlakend paria?

Nevndu bókstavir finnast so at siga ikki í Føroysk-Donsk orðabókini útgivin av Orðabókagrunninum 2010.

Í GOOGLE hoyra vit ABD´ið verða sungið, samstundis sum ein mynd verður víst av ABD´num!!

Er hetta ikki hugburðsávirkan?

Hóast hetta, so eru tey smáu kring at brúka eitt nú Webadressu og Facebook á World Wide Web og nógv onnur dømi, ið prógva, hvussu tápuligt tað er at avskepla okkara alfabet til fánýtis.

Nær fer løgtingið ætlandi við einum greiðum meiriluta at broyta óskilið viðvíkjandi undirvísing av okkara børnum við einum avlamiskendum ABC´ið?

Um hetta krevur lógarbroyting, so drálið ikki. Tað eigur at verða gjørt nú og endaligt!

Tað hevði verið áhugavert og sjálvsagt, um MÁLTEIGURIN vildi viðgjørt spuningin um ABC´ið í álvarsemi.

Heri Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo