Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Ein av lyklaleikarunum hjá 07 Vestur, málverjin Silas Eyðsteinsson, hevur longt við barndómsfelagið. Ungi málverjing hevði eitt framúr kappingarár, tá 07 Vestur spældu seg uppá á 6. plássið í Betri Deildini í ár.

Bert 23-ára gamli málverjin hevur stóra leiklut í flotta avrikinum hjá 07 Vestur í ár, og hevur verið ímillum bestu málverjarnar í kappingini, bæði við flottum og avgerandi bjarginum í opnum spælið, men eisini í deyðbóltstøðum og fleiri bjargaðum brotspørkum.

Sandavágsmaðurin, sum spældi allar dystirnar í ár, er uppvaksin í 07 Vestur og hevur leikt út við 100 dystir fyri besta liðið. Tó var hann eitt ár á Argjum og spældi við AB í 2020, eftir at vit í 2019 fluttu niður.

Silas hevur eisini fleiri ungdómslandsdystir við U17 og U21, og heldur hann fram við góðu menningini, fer hann uttan iva at verða eitt evnið tá landsliðsvenjararnir skulu taka støðu til málverjapostarnar.

Vit gleða okkum í øllum førum til at síggja meira til Silas í komandi ári.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo