Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

George Floyd varð handtikin og doyði eftir øllum at døma av løgreglu harðskapi.

George Floyd varð handtikin og doyði eftir øllum at døma av løgreglu harðskapi.

Gianna ella 'Gigi' Floyd er seks ára gomul og dóttir George Floyd sum í farnu viku at síggja til bleiv myrdur av løgregluni undir eini handtøku.

Í gjár stóð mamman, Roxie Washington, fram, og hevði dóttrina við sær, tá hon greiddi frá stóra missinum, sum dóttirin nú hevur verið fyri.

- Tað er ikki lætt hjá mær at finna orðini beint nú. Hetta er so órættvíst. Hvønn skal hon nú fara til eftir hjálp um hon fær brúk fyri tí? Pápin er stolin frá henni. Hann var ein góður maður, hóast tað sum nógv halda. Eg vil bara hava rættvísi, var nakað av tí sum hon bar fram, ímeðan dóttirin stóð hjá henni.

Mótmælisgongur og ógvusligur ófriður hava verið í nógvum býum í USA síðani hendingina tá George Floyd varð handtikin og so illa viðfarin av løgregluni, at hann doyði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo