Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Eg havi eina dóttir í vandabólki, sum enn ikki hevur fingið bjóða koppseting. Bára, sum er fjølbrekað og kanska eitt av veikastu børnunum í Føroyum, býr til dagligt á Eirargarði. Eirargarður liggur sum kunnugt beint omanfyri LS og hevur enntá ein beinleiðis tunnil oman á LS, tvs. tey nýtast ikki eingang útum fyri at koma oman, tað tekur bert fáar minuttir.

Soleiðis skrivar Lis Eklund á einum uppslagi á facebook, eftir at tað er komið fram, at starvsfólk á LS, sum ikki hava beinleiðis samband við sjúklingar, eru vorðin koppsett í stríð við kunngerðina sum ásetir, hvussu avmarkaða koppingarevnið skal raðfestast. Við Dag og Viku segði Steinar Eirikstoft, stjóri á LS, at talan var um vaksinur, sum "lupu av" og annars høvdu farið til spillis.

- Syskin, ommur, abbar og familjan annars hava ikki sæð Báru í meira enn eitt hálvt ár nú orsakað av vitjanar reglum. Sjálv hevur Bára næstan ikki verið úti fyri eina hurð hetta seinasta árið. Øttin lúrur allatíðina. Tí fær Bára koronu, so er liðugt. Enn vita vit onki um, nær Bára (og tey hon býr saman við) verða koppsett, skrivar Lis Eklund millum annað. Og á tráðnum undir dagføringini sæst, at tað eru fleiri ið eru í somu støðu.

Við VP sigur Lis Eklund, at øll standa klár, tí lívið hevur verið sett á stand-by so leingi. So avstandur er onki argument.

- Og var grundin fyri at lukka samfelagið ikki at verja tey veiku? Okkara fyritøkur bløða og tað verður ikki betur fyrr enn øll tey sjúku og veiku vera koppsett. So hetta er eisini samfelagsliga skeivt, leggur hon afturat.

Lis Eklund og hini avvarandi hjá Báru bíða eisini eftir tilboði um koppseting.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo