Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hevur tú keypt teg ríkan? Spurningurin varð settur seinasta leygardag. Yvirskriftir í miðlum søgdu frá stórari sølu, nú “black friday” var farin afturum.

Meg minnist frá seks- og sjeytiárunum í undanfarnu øld, at tað var bíligari at vera ríkur, tí tey múgvandi keyptu klæðir og lutir, tá ið útsøla var. Tað var dýrari at vera fátækur, tí tey noyddust at keypa fyri fullan prís, tá ið teimum tørvaðist eitthvørt klædnaplagg ella búnýtir.

At hesi viðurskifti eru sonn, vita nógv frá at siga vegna sjúku ella skerdar møguleikar. Tað er lættari at vera ríkur, men ríkidømi einsamalt føðir ikki eydnuna. Hinvegin ganga mong fátøk hvønn dag eina tunga brekku í stúran og ótta. Klæðir til børnini, hentleikar til ungdómin, matur og býli.

Kenni nógvar familjur, sum í mínum uppvøkstri sótu tungt fíggjarliga. Tað er ein frægd at síggja, at børn teirra í dag hava lívsmót og áræði. Stillar løtur verður dvalt við hugsanina, um tey góvu børnunum nakað týdningarmikið og dýrabart, ið ikki kann keypast fyri pening.

Tá ið ráðini ikki eru til tað stóra keypið “black friday”, hvat kunnu vit so geva børnum og hvør øðrum aðrar dagar í árunum? Hvat kunnu vit geva, sum ikki krevur nógvan pening og tó hevur størri virði enn skært og skreyt?

Møtti einum manni, ið var rímiliga væl fyri fíggjarliga. Hann segði mær søguna um tað besta keypið, síðan hann var komin til mans. Maðurin var farin í farloyvi einans við hesi grundgeving, at hann ynskti at keypa sær tíð. “Eg vil keypa mær tíð at geva konuni og børnunum.”

Nógv gott kann sigast um góð tilboð. Tað gagnar ongum at vera moraliserandi. Tað er skilabetri at passa seg sjálvan og læra kynstrið at liva. At raðfesta sín egna vilja og taka atlit at øðrum. At raðfesta seg sjálvan í eini nøktandi javnvág við umhvørvið. At taka ábyrgd av sær sjálvum sum sjálvstøðugur hugsandi.

Orðingin at keypa sær tíð minti á listan við jólagávu ynskjunum. Hevði við støði í eini yrking hjá skaldinum Christiani Matras (1900-1988) hildið ein fyrilestur um evnið “løtur – sum minnast”. Dentur var lagdur á at vera til staðar í løtuni og ikki fráverandi.

Havi í heyst hildið fólksligar fyrilestrar um sosial etisk evni. Eftir ein lestur kemur ein mamma og takkar fyri framløguna. Síðan segði hon mær eina søgu frá sínum egna gerandisdegi. Nú adventin nærkaðist hevði hon spurt børnini, hvat tey ynsktu sær í jólagávu. Ynskini vóru ymisk, sum vituligt er.

Ynskið hjá tí elsta barninum var øðrvísi. Systkini ynsktu sær leikur, telduspøl og klæðir. Men frumburðurin hugdi við bønandi eygum uppá mammuna og segði: “Mamma, kanst tú ikki geva mær tína tíð, so vit saman kunnu hugna okkum.”

Henda søgan leiddi tankarnar tríati ár aftur í tíðina um tað mundið, tá ið fyrilestrarnir tóku dik á seg. Hoyrdi søguna um systkin, ið saman við foreldrum sínum høvdu ferðast víða úti í stóru verð. Familjan var fíggjarliga og sosialt væl fyri, og tað var valla nakað at seta fingurin á.

Í skúlanum fekk eitt av systkjunum saman við floksfeløgunum uppgávuna at skriva ein frístíl. Evnið var “mín besta feria”.

Havandi í huga nógv og spennandi upplivilsir í mongum londum, skuldi uppgávan verið liðilig. Tað var at velja burtur úr rúgvuni av áhugaverdum og læruríkum ferium.

Ikki sørt undrandi gjørdust tey vaksnu, tá ið barnið valdi at skriva um eina feriu í tí heimliga. Innihaldið var einfalt. Talan var um eina vitjan hjá gubba og gummu, ið gjørdu eina ferð niðan í hagan, har børnini vóru í miðdeplinum.

At vera í miðdeplinum eina góða løtu økir um vælveru og nøgdsemi. At vera sæddur og hoyrdur er eftir hondini ein slitin máliska. Tó, sannleikin er eyðsýndur. Tað etur burtur av trivnaðinum, um vit merkja, at onnur ikki geva okkum gætur og seta tíð av til samveru. Ikki minst børnini, ið uppliva, at hvør neilig løta kennist væl longri, enn hon er. Tann veruliga tíðin skal faldast nakrar ferðir fyri at samsvara við tað, ið barnið upplivir.

Hin kristna prædikan er søgan um Guð, sum í soninum Jesusi gevur jørðini seg sjálvan. Gávan verður givin øllum heimsins fólkasløgum og hvørjum einstøkum menniskja. Jesus var hjástaddur í løtuni saman við teimum, ið komu á lívsleið hansara. Hann tók sær stundir at steðga á hjá teimum, ið vóru einsamøll, neyðstødd og forfjónað, – rík sum fátøk.

Gávan Jesus er givin fyri at verða borin til onnur. Ikki einans sjálvur tráa eftir at uppliva og njóta, men at liva og vera nakað fyri onkran. Amen.

Orðið: “Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.” (Matteus 6,21).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo