Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mammuhjálpin: Mammuhjálpin er ein nýggjur hjálparfelagsskapur, ið er settur á stovn fyri at veita ráðgeving, hjálp og stuðul til barnakonur og familjur kring landið. Vit eru ein non-profit felagsskapur, ið er drivin av sjálvbodnum arbeiði.

Mammuhjálpin veitur bráðfangis ráðgeving til tey, ið umhugsa fosturtøku og har gerandisdagurin tykist trupul. Okkara telefonlinja er opin mánadag til hósdag kl 19-22. Umframt hetta eru vit eisini tøk á kjatt á www.mammuhjalpin.fo

Mammuhjálpin hevur eitt netverk av persónum, ið ynskja at vera stuðulspersónar hjá barnafamiljum og gera gerandisdagin lættari. Hetta kann t.d. verða hjálp við barnaansing, húsligt arbeiði o.s.fr. Vit hava eisini tilknýtni til ein sosialráðgeva, og eru tí før fyri at veita vegleiðing í almennum skipanum.

Okkara endamál er at virka fyri, at gerandisdagurin hjá tí føroysku barnafamiljuni verður lættari, og at ongin kvinna í Føroyum skal føla seg noydda at velja fosturtøku av vantandi hjálp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo