Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú, mánadagin 20. juni, skulu nýggir Embla vinnarar aftur finnast. Hvat er besta matferðamál í Norðurlondum? Hvør er besti matíverksetari? Og hvør er besti matmiðlari?

Embla fagnar tað besta í norðurlendskari matgerð: rávørur, matvørur, framleiðsluhættir og fakfólkini aftanfyri. Embla er ein verkætlan, ið norðurlendska samstarvið Nýnorðurlendskur matur hevur raðfest, og sum meginfelagið fyri tey norðurlendsku bóndafeløgini (NBC) hevur ábyrgd av við stuðli frá Norðurlandaráðnum. Føroyska luttøkan er skipað í samstarvi millum granskarasetrið iNOVA, Bóndafelag Føroya, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways.

Hetta er triðju ferð at Embla Food Awards verður hildið, og luttakandi londini eru í ár Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland, Grønland og Føroyar.

Tað verður mánadagin 20. juni í Oslo, at ein dómsnevnd við umboðum úr øllum luttakaralondunum, fer at gera av, hvørji skulu fáa norðurlendsku matvirðislønina.

Tey tilnevndu úr Føroyum eru:

Jóhan Dávur Joensen – Norðurlendski rávøruframleiðarin
Jóhan Dávur Joensen er bóndi og sjálvlærdur matsøgufrøðingur úr Gásadali. Við hollari vitan um føroyskan matarsið, hevur Jóhan Dávur gingið undan at menna lokalu grønmetisframleiðsluna.

Jóhan Dávur hevur eina serstaka tilgongd til at dyrka grønmeti, sum er grundað í djúptøknari vitan og gagnnýtslu av serstøku umstøðunum á staðnum, góðskuna í jørðini, hallið á lendinum, sólarljósið, regninum o.s.fr. Úrslitið er framúrskarandi vørur frá gróðarlendinum á tromini 100 metrar yvir sjónum.

Jóhan Dávur er ein eldsál, sum dyrkar smáar nøgdir av hágóðskuvørum. Fyri at tryggja bestu góðsku og nøgd hevur Jóhan tætt og støðugt samskifti við trúføstu kundar sínar, m.a. tví-stjørnaðu Michelin-matstovuna KOKS og Embla-vinnaran Leif Sørensen. Eisini gevur hann gleðiliga góð ráð til aðrar bóndur, fyri at menna burðardygga staðbundna matframleiðslu.

Dímunargarður – Norðurlendski mathandverkarin
Dímunargarður hevur ment eitt serstakt brúsandi sider frá avlopsrótum, sum tey nevna Mai rótabryggj.
Íblásturin til henda sider fingu tey til fyrstu EMBLU virðislønarhandanina í 2017, tá ið Dímunargarður vann heitið sum Norðurlendski rávøruframleiðarin.

Eva og Jógvan Jón frá Dímunargarði hittu tá umboð fyri danska “Æblerov”, sum framleiðir sider úr avlopssúreplum. Av tí at mairøturnar eru rættiliga líkar perum í smakki, fóru tey at tosa um møguleikan at framleiða eitt heilt nýtt sider við rótum. Til tá fingu neytini røturnar, ið vóru til avlops, og eitt sider vildi bæði virðisøkt tilfeingið munandi og eisini longt um haldgóðskuna.

Dímunargarður fór í samstarv við bryggjaríið Okkara og bryggjararnar Søren Antoft og Høgna Jensen um at loysa avbjóðingarnar í sambandi við at menna eina heilt nýggja vøru við einari rávøru, sum ikki varð nýtt fyrr til hetta endamálið. Hetta eydnaðist og Mai Rótabryggið kom á marknaðin í 2019.

Serstaki smakkurin í rótabrygginum hóskar væl saman við sterka umami-smakkinum í røstum føroyskum mati, og tað hóskar eisini til frískligar blandaðar drykkir.

Rólant Waag Dam – Norðurlendski matsamskiftarin
Rólant Waag Dam er tíðindamaður og framleiðari í Kringvarpi Føroya. Hann er ein ágrýtin matfjeppari og hevur í sínum starvi lagt seg eftir at siga frá mati og matmenning í Føroyum.

Tá ið samfelagið lat aftur í 2020 orsakað av Covid-19, skipaði Rólant fyri eini vælumtøktari talgildari ølsmakking. Eisini er grein um Rólant í Matbókini, sum lívsstílsblaðið Kvinna gav út. 

Rólant hevur gjørt heimildarfilmar um kendar føroyingar í matvinnuni og avrik teirra, m.a. um Poul Andrias Ziska frá KOKS og Jan Restorff frá Søllerød Kro í Danmark, sum báðar eru Michelin-matstovur.

Gásadalur – Norðurlendskt matferðamál
Gásadalur er ein serstakliga vøkur bygd í Vágum, og er seinasta bygdin í teimum stóru oyggjunum, sum varð knýtt í vegakervið. Síðani tunnilin til Gásadals lat upp í 2004, hevur Gásadalur verið eitt væl vitjað ferðamál, bæði orsakað av vakurleikanum og seinnu árini eisini matinum.

Vakstrargóði dalurin og fuglabjørgini hava altíð verið ein góður kovi, sum framtaksfús bygdafólk hava ment og givið nýtt lív.

Gásadalsfólk hava gingið undan at dyrka grønmeti og dalurin er eitt av fáu støðunum í Føroyum, har bygg verður velt. Føroya Bjór nýtir hetta byggið og vatn úr Gásadali til at bryggja ”Múlafossur Red Ale”, ein serøl nevnd eftir navnframa fossinum.

Tá ið slaktið er av, verður sláturhúsið í bygdini gjørt um til matstovu, sum bjóðar mat úr Gásadali, og bygdafólkini hava ment nýggjar vørur við siðbundnum viðgerðarhættum, m.a. ræsta kálvasúpan.

TARI – Norðurlendski matíverksetarin
TARI er ein fyritøka, sum leggur seg eftir burðardyggari taraaling í Føroyum.

At skera og ala tara til matna er enn ein nýggj vinna í Norðurlondum, og umboðar tí eitt ónýtt matartilfeingi. Tari verður aldur uttan taðing ella týningarevni á støðum, har vistskipanin ikki tekur skaða, og tari kann tí gerast týðandi liður í at fáa burðardygga føði til heimin.

Fyritøkan TARI varð sett á stovn av systkjunum Agnes og Mortan Mols Mortensen. Agnes er granskari við Phd í tara-lívfrøði og Mortan er kavari, við drúgvum royndum at kava eftir hágóðsku sjógæti. TARI gagnnýtir førleikarnar hjá teimum báðum til at menna bestu hættir til burðardygga framleiðslu av tara.

TARI er nýliga farið undir at gera rognkelsisskjól úr tara til laksaalivinnuna, sum fremja djóravælferðina á burðardyggan hátt.

Nýggjasta átakið Grøna klekingarstøðin verður veruleiki, nú TARI setur vatnturbinu til at skapa orku til nýggju klekingarstøðina í Fámjin. Endamlið er at framleiða tara við ongum útláti, ella enntá við orku til avlops.

Jóhanna á Tjaldrafløtti – Norðurlendskur matur til børn og ung
Seinastu 30 árini hevur Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya, givið nýggjum ættarliðum íblástur og útbúgving til at liva eitt heilsugott og burðardygt lív, við støði í sterku føroysku matmentanini.

Húsarhaldsskúli Føroya er ein vistarskúli, og sosiala samveran og verklig læra hava stóran týdning í tilgongdini til læring, m.a. tá ið skúlin vitjar bóndur, tá ið flett verður. Skúlin leggur dent á at sameina vitan um mat og heilsu, húsarhaldsbúskap, handverk og sjálvbjargni.

Slaktið – Norðurlendskur matur til mong
Slaktið er ein árligur matsfestivalur í Havn, sum hevur til endamáls at vísa og læra vaksandi talið av býarfólkum, hvaðani siðbundni maturin kemur og alt arbeiðið, sum liggur í at framleiða hann.

Festivalurin verður hildin seint í september. Fyri at geva fólki beinleiðis innlit í framleiðsluna, verða bæði seyður og neyt flett á staðnum, undir skipaðum umstøðum. Ein viðmerkjari greiðir frá tí, sum fer fram, og seinni um dagin hagreiða og matgera innbodnir kokkar og matserfrøðingar djórini fyri gestunum.

Føroyskt grønmeti er eisini partur av festivalinum, sum er eitt høvi hjá framleiðarum at vísa sínar vørur fram og at tosa um, hvussu tær kunnu nýtast.

Sí tey tilnevndu úr øllum norðurlendsku londum á heimasíðuni hja Embla, emblafoodaward.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo