Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mánadagin verður fyrstu ferð síðani 1958, at Tjóðveldi fær ein tingmann í Vágum. Tað kundi verið tann 14. september, men nú verður tað so 21. september.

Í dag boðaði Magni Arge frá, at hann tekur farloyvi tann 21. september, og sostatt kemur Ingolf S. Olsen inn á ting fyri Magna Arge.

Ingolf S. Olsen er búsitandi í Sørvági, og fær Sørvágur nú tveir tingmenn.

Umframt Ingolf S. Olsen er talan um Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, og búgva teir báðir á somu gøtu í Sørvági - tó ikki á somu síðu.

Jógvan Skorheim. borgarstjóri í Klaksvík, bað longu tingið í dag um farloyvi. Næsti maður á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri er Bárður Kass Nielsen, og hann hevur longu tikið sæti á tingi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo