Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Sólorka: Ein av heimsins sterkastu fótboltsfyritøkum hevur valt føroyska felagið til at skipa fyri sponskum venjingarlegum fyri ungdómar í teirra college. Hesa vikuna eru so teir fyrstu 31 ungu menninir og tríggir leiðarar á legu í Albir, og í næstu viku koma 22 gentur saman við trimum leiðarum úr Onglandi.

Undir vitjanini venja tey ungu saman við sponskum venjarum, eins og tey eisini spæla dystir móti sponskum liðum. Harafturat eru ymsar stuttligar uppgávur og upplivingar á skránni. Sólorka veitir allar tænasturnar – líka frá flúgving, gisting og bussum til fótbólsvallir, venjarar, mótstøðulið, dómarar o.m.a.

Umvegis dótturfelag sítt, Premier Sports Holidays, samstarvar Sólorka frammanundan við fleiri ensk fótbóltsfeløg og skúlar, teirra millum skúlar hjá Church of England. Stjórin í Sólorku fegnast um nýggju gestirnar:

- Manchester City er eitt sera spennandi felag. Talan er um eina ta best skipaðu fótbóltsfyritøkuna í verðini og púra vist tað felagið, sum hevur bestu venjingarumstøðurnar heima í Onglandi. So hetta at hýsa teirra skúlaungdómi er ein áhugaverd avbjóðing, sigur Tróndur Djurhuus.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo