Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Vilnius er høvuðsstaður í Litava, og eins og her í Føroyum eru tey har viðhvørt plágaði av, at ongin veit um tey.

Men ráð eru fyri tí, og eins og lokalu ferðavinnumyndugleikarnir her hjá okkum hava dugað so væl at drigið fólk hendavegin við slóðbrótandi herferðum, at tey hava fingið fleiri heiðurslønir fyri tað, so hava tey í Vilnius eisini gjørt sítt heimaarbeiði - um enn tey eri farin eitt sindur øðrvísi til verka.

"Vilnius - the G-spot of Europe" eitur herferðin, sum tey nú eisini hava vunnið heiðursløn fyri.

Miðilin Travel Trade Outbound Scandinavia skrivar, at talið á leitingum eftir Vilnius á netinum fleirfaldaðist og talið á vitjandi vakst við 12%.

Vitja heimasíðuna hjá Vilnius- the G-spot of Europe. Nobody knows where it is, but when you find it - it's amazing her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo