Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í síðstu viku frættist millum 3. árs næmingar á Glasir, at talið á endaligum próvtøkum í summar varð hækkað munandi fyri fleiri næmingar, og at talið nú var tengt at talinum av A-stig lærugreinum. Vit søktu inn á Glasir í mars 2016. Broytingin í kunngerðini kom í mai 2016 - altso tveir mánaðir eftir, at vit høvdu søkt. Hetta merkir, at vit søktu inn á eina skipan, men endaðu í einari aðrari skipan, tá vit byrjaðu í august 2016.

Hendan broyting kom óvart á okkum, sum ganga í 3s á Glasir. Broytingin í sær sjálvum er als ikki órímilig, men kunning frá leiðsluni til næmingar, lærarar og lestrarvegleiðarar hevur als ikki verið nøktandi. Ja, faktiskt hevur hon slet ikki verið til staðar, tí vit vistu hetta ikki fyrrenn í síðstu viku, hóast kunngerðin um próvtøkur varð kunngjørd í mai 2016.

Eingin kunning frá leiðsluni
Í grein 6 stk. 1 í kunngerð 59 stendur, at leiðari útbúgvingarstovnins hevur ábyrgd av, at próvtakarar verða kunnaðir um tey mál og tey krøv, sum hava týdning í sambandi við próvtøkurnar. Men á kunningarfundi fríggjadagin 8. mars viðgingu Bogi Bech Jensen, rektari á Glasir, og Elsa Maria Olsen, útbúgvingarleiðari fyri gymnasielt miðnám, sum bæði eru partar av leiðslu skúlans, at leiðslan ikki hevur kunnað um hesar broytingar.

Samstundis hava 156 næmingar úr 3s, 5 lestrarvegleiðarar og 38 lærarar skrivað undir uppá, at leiðslan ikki hevur kunnað um hesar broytingar, hóast leiðslan hevur vitað av hesari kunngerð í skjótt 3 ár.

Hetta eru greið dømi um, at leiðslan ikki hevur gjørt sítt arbeiði til fulnar við at kunna um hesar broytingar. Manglandi kunningin og vánaliga arbeiðið frá leiðslu skúlans kann í síðsta enda hava stórar avleiðingar fyri næmingarnir í 3s á Glasir.

Leiðslan hevur feilin, Mentamálaráðið kann hjálpa
Vit eru tilvitað um, at leiðslan ikki fær gjørt nakað við hetta. Jú, tey kundu stuðlað næmingunum og hjálpt okkum at fingið hetta ígjøgnum, men tað gjørdu tey so heldur ikki. Leiðslan á skúlanum hevur viðgingið, at tey hava gjørt ein feil, og tað er tí undunarsamt, at tey ikki veita okkum fullan stuðul. Vit eru tó tilvitaði um, at leiðslan á skúlanum fær ikki broytt eina kunngerð í einari lóg. Tað kann Mentamálaráðið harafturímóti.

Hendan broyting átti ikki at gingið útyvir okkum, tí hon burdi verið galdandi fyri teir næmingar, sum søktu inn í 2017. Ikki okkum, sum søktu inní 2016, tí broytingin kom jú eftir at vit høvdu søkt. Okkara ynski er tískil, at Mentamálaráðið kann taka frávik frá næmingunum, sum byrjaðu á Glasi í 2016. So eru øll glað, og vit kunnu, við góðum treysti, fara í holt við próvtøkufyrireiking, uttan at kenna okkum svikin.

Ynskja virðing, men tað tykist torført
Nú sita sikkurt mong og hugsa, at vit eru dovin, og at vit skulu steðga knurrinum og heldur hugsavna okkum um skúlagongdina hjá okkum. Tað er tó als ikki soleiðis, vit síggja støðuna. Vit kenna okkum svikin, og vit ynskja at fáa meiri virðing og at verða hoyrd. Tað tykist, eins og vit verða púra gloymd í øllum ruðuleikanum, sum gongur fyri seg á Glasir. Vit vilja sleppa at hava týdning og at fáa rætta viðferð, tí tað er tað, sum í síðsta enda gevur best úrslit.

Samstarv og samskifti millum næmingar og leiðslu á Glasir manglar veruliga, og hetta vilja vit broyta. Tað tykist tó ikki, eins og leiðslan er hugað til at samstarva við okkum, og hetta er bæði spell og óheppið. Tí kenna vit okkum noydd at taka sakina í egnar hendur og stríðast fyri rættari viðferð.

Hóast hetta árið á Glasir hevur verið merkt av fleiri trupulleikum, so hava vit havt gott mót og verið tolin. Vit eru ikki minst eisini errin av, at skjótt kunna kalla okkum fyrstu pisur á Glasir um nakrar fáar mánaðir.

Tó vita vit, at ein harður endabrestur liggur fyri framman, og hetta er, sum at fáa stein omaná byrðu. Ein má jú minnast til, at prógvið, sum vit skjótt fara at fáa, myndar, hvørjar framtíðarmøguleikar hvør einstakur av okkum hevur, og nógv trýst liggur frammanundan á okkum.

Tórshavn tann 12. mars 2019
Dulnevndir 3. ársnæmingar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo