Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nei Helgi, Sirið fekk onga yvirtøku, og "tit" fingu onga rokning.

Sum landsstýrisfólk arbeiðir tú ikki fyri eg sjálvan, men fyri løgtingið - Føroya fólk. Føroyar hava tí fingið ræði á kortmyndugleikanum og skulu sjálvsagt gjalda fyri tað.

Yvirtøkudagurin var 1. jan 2020, og arbeiðið er væl fyrireikað av okkara embætisfólkum saman við dønum. Tað er eitt fløkt og vitanartungt øki, sum krevur nakað. Tað eru vit samd um. Men at siga, at fólkini ikki hava gjørt sítt arbeiði er óhoyrt. Og játtan til 2020 var í fíggjarlógaruppskotinum.

Les meira: Sirið fekk yvirtøkuna - vit fingu rokningina

Vit valdu ikki at fara við nakrari eykajáttan beint uppundir val. Tað kann man vera samdur ella ósamdur í. Men tit vóru eftir eykajáttan, og tú fekst peningin. Vit tóku ikki undir við at játta omanfyri 100 mió. í eykajáttan, sum var samlaða upphæddin. Vit hava grundgivið væl fyri tí.

Undir viðgerðini av eykajáttanini var landsstýrismaðurin á røðarapallinum og segði, at hann ætlaði sær ikki at seta yvirtøkuna í verk, um vit í andstøðuni atkvøddu ímóti teimum 400.000 kr. Landsstýrismaðurin hótti beinleiðis við at gera ímóti løgtingssins vilja. Tað kunnu øll hoyra, um tey vilja.

At landsstýrismaðurin hevur slíkan illvilja móti yvirtøkuni-yvirtøkum er sín søk. Vit hava loyvi at vera ósamd.

Men eitt landsstýrisfólk skal útføra løgtingsins vilja. Og løgtingið hevur samtykt yvirtøkuna, og Umhvørvisstovan skal umsita økið.

Les meira: Sjókortmyndugleikin á føroyskum hondum

So kunnu vit hugsa okkum til, hví Landsstýrið minkaði játtanina til Umhvørvisstovuna við 2 mió. kr. og fíggjarnevndin so minkaði játanina við 500.000 afturat. Umhvørvisstovan skal klara seg við 2,5 mió. kr. minni við øktum uppgávum.

Í míni tíð í landsstýrissessinum minnist eg meg ongantíð hava lagt eftir mínum undanmonnum og kvinnum. Hetta í virðing fyri embætinum, løgtinginum og fólkinum, men eisini hetta er broytt. Tíverri.

So Helgi, tú sum landsstýrismaður kundi valt at farið út og fegnast og sagt tillukku. Tú hevur heiðurin at umsita økið. Men tú valdi heldur at leggjast eftir mær.

Men eg fari so av hjarta at ynskja okkum øllum tillukku við yvirtøkuni, eisini tær Helga.

Sirið Stenberg,
Tingkvinna fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo