Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri viku síðan bedýraði KVF stjórin Ivan Niclasen at pláss var fyri øllum í KVF og at tey viga og vekta soleiðis at tíðindaflutningurin er sakligur.

Staðfestast kann tó, at hetta er langt frá sannleikanum. Tíðindaflutningurin um fiskivinnu er ósakligur og hevur verið tað í nógv ár.

Nú nýggj samgonga hevur tikið við er greitt, at hógvarnir, sum fyrr stungu undan, aftur hómast. Og nú liðið skal styrkjast við teimum røttu at gera tað sama sum gjørt bleiv fyri góðum 4 árum síðan.

Ja, ella vit kundu sagt, at nú skal tað sum ikki bleiv gjørt seinastu 4 árini takast uppaftur.

Fyri at fáa tað at síggja og ljóða sakligt verður tosað um redaktión og akademiskar titlar.

Hvussu er tað akademiskt forsvarligt at akademikari verður presenteraður sum sakkunleiki, men mikrofonin verður brúkt opiniónsdannandi?

Harra KVF stjóri, er slíkur pástandur ikki at halda fólk fyri gjøldur?

At brúka starv og phd sum rættvísger, fyri ein opiniónsdannara, sum átti at verið sakligur og upplýst eitt sindur ein veg og eitt sindur hin vegin er púra burtur við.

Harumframt hevur viðkomandi absolutt ongar fortreytir yvirhøvur at úttala seg um fiskivinnu.

Og harra KVF stjóri, nær hevur hann nakrantíð leverað sakligt argument fyri tí hann sigur?

Leita og vita um tú finnur nakað annað enn at »det grejer sig i sjøen«.

Niðurstøður um detailstýring av fiskivinnu krevja nógva vitan um fiskivinnu og avmarkaða vitan um matematik.

Yvurkvalifisering í matematik kompenserar ikki fyri manglandi vitan um tað, ið metast skal um.

Vitan um uppboðssølu av grundøkjum kompenserar ikki fyri manglandi vitan um fiskivinnu.

Soleiðis kundu vit hildið áfram.

Staðfestast kann tí at argumentið hjá KVF stjóranum um at onkur er útbúgvingarleiðari og PHD er eitt ósakligt argument, tí at upplýsta kvalifikatiónin ikki er nøktandi til endamálið.

Fyrr skuldu reiðarar svara pástandum hjá búskaparfrøðingum. Búskaparfrøðingar sluppu uttan mótspæl at pástanda at reiðarar fingu alt ov nógv.

Reiðarar og Búskaparfrøðingar tosa ikki sama mál.

Og tí gav tað onga meining at biðja reiðarar kommentera búskaparfrøðingar.

Ikki uttan so at endamálið var at reiðarar skuldi presenterast sum grádig menniskju sum ikki vildu gjalda til felagskassan.

Nú hevur KVF knappliga funnið útav at øll tilfeingisrentan skal gjaldast av manningini.

So skuldi ein trú, at búskaparfrøðingarnir blivu konfronteraðir við spurninginum um, hví teir ikki langt síðan hava upplýst tað?

Men Harra KVF stjóri tað blíva teir ikki.

Og so átti tú sum stjóri at spurt teg sjálvan og journalistarnar í húsinum um, hví teir ikki blíva tað.

Somuleiðis áttu Aksel V Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen at fingið spurningin um, hví teir ikki longu hava sent yvirbetaltu manningunum rokning ella um teir framvegis meina, at bara reiðarin og ikki manningin skal gjalda.

Nú nýggja samgongan hevur tikið við, eru tað politikararnir, sum skulu standa skúlarætt til pástandin hjá Búskaparfrøðingunum.

Hví heldur KVF, at politikararnir eru førir fyri at svara hesum?

Átti allir journalistar ikki at skilt, at hetta er at samanlíkna perur og bananir?

Og so eru vit aftur har, at KVF útvelur nakrar fáar búskaparfrøðingar sum hava eina opinión at stuðla uppundir, ganga vit út frá, somu opinión, sum journalistarnir hava.

Heldur tú, Ivan Niclasen, at hetta er sakligt?

Átti tú sum stjóri ikki at traðka í karakter og kravt skil á?

Síðan kunnu vit fara til útrokning av hýrum. Og nú nevna vit nøvn!.

Hans Ellefsen útroknaði fyri Búskaparráðið í 2014. Tað er sami Hans Ellefsen, sum Jón Brian presenteraði sum PHD í uppsjóvarfiski v.m. Also sami Hans Ellefsen, sum ongantíð hevur fingist við fiskivinnu annað enn at gera eina PHD um uppsjóvarfisk.

Hetta hevur hann so yvirført til heimaflotan.

Ergo at leggja 2-3 norsk uppsjóvarskip saman sum fiskaðu 2-3 mánaðar árliga og í staðin fiska alt árið var á pappírinum eitt gott hugskot.

At leggja 2 línuskip saman sum fiska 250 dagar og rokna við at 1 línuskip sum fiskar 500 dagar fiskar tað sama sum hini bæði er eisini eitt gott hugskot í excel.

Ja, so gott, at tað gav 341 milliónir í tilfeingisgjaldi hjá heimaflotanum.

So fáa vit at síggja hvat úrslitið verður, tá onkur vaknar og finnur út av, at avmarka dagatalið í árinum til 365.

Og hatta er ikki einasta men! Við uppgerðini. Hetta er støði.

Sama ger seg galdandi við hýrum.

Her verða samlaðu lønarútgjaldingarnar settar ov høgt og manningartalið ov lágt. Tí verður miðal-hýran sjálvandi skeiv.

Fyri 2015 er galdandi, at excell arkið sigur, at miðallønin í uppsjóvarflotanum er 2.487.000.

Jú sanniliga ein góð løn.

Men tá vit avstemma hjá Taks síggja vit, at miðalhýran er 701.000.

Huff Huff.

Og í KVF síggja vit Herman Oskarsson, visa til hesa somu frágreiðing, tá Atli Gregersen spurdi hann um hvussu hann kom til hesa tilfeingisrentuna.

Enntá legði hann dent á at útrokningin var gjørd eftir leisti sum brúktur var aðrastaðni. 

Segði nakar Hytta på Hytta, bygd á kyksand.

Jóannes Jacobsen, høvuðsábyrgdari á Setrinum, vísur sjálvdan til nakað.

Men hann tosar eisini um eina milliard. Helst, men ikki vist, út frá somu frágreiðing.

Formaðurin í Búskaparráðnum brúkar sjálvandi somu frágreiðing.

Flóvin Ejdesgaard, vinmaður Aksels, brúkar eisini somu frágreiðing.

Jú, tað ber væl til at taka feil um ein er PHD ella búskaparfrøðingur.

Og hjá einum journalisti ber eisini til at taka feil.

Men harra KVF stjóri, Ivan Niclasen, átti tít í KVF ikki at sæð tað sum tykkara ábyrgd at rætta feilir.

Og áttu borandi skandaluleitandi journalistar ikki at mett slíka falska útrokning sum áhugavert evni at kanna?

Tað sum gongur fyri seg er rein manipulatión.

Stjórin tosar um at lova øllum sjónarmiðum fram at!

Men tað sum hendur er at bara útvald sjónarmið verða lýst. 

Tí er tað neyvan bara eg sum spyrji: Harra KVF stjóri, er alt við tað gamla. 

Eivind Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo