Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú nærkast drotningavitjanin, og Margretha drotning verður í Havn hósdagin 15. juli.

Drotningin vitjar á Trappuni, og her ber til hjá øllum at koma og heilsa uppá. Margretha drotning verður at síggja á Trappuni við tólvtíðina.

Øll eru vælkomin at fáa fløgg, sum verða útflýggjað á Perlutorginum í Tórsgøtu frá kl.11 henda dagin.

Ævintýraferðin fer at syngja og spæla á Trappuni fyri drotningini, og teir fara eisini at undirhalda eina løtu eftir, at drotningin er farin.

Og aftaná hetta fáa børnini bjóðað okkurt leskiligt uttan fyri Perluna í Tórsgøtu.

Heitt verður á fólk um at halda frástøðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo