Margretha drotning var testað positiv fyri koronu í gjárkvøldið, skrivar danska Kongshúsið.
Drotningin hevur mild sjúkueyðkenni, og er nú á Amalienborg slottinum í Keypmannahavn.
Drotningin skuldi til Noregs á vetrarferiu í dag, men hesin túrurin er avlýstur, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo