Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Maria Mørkøre letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi leygardagin, 3.11 kl 16:00. Framsýningin hongur uppi til hósdagin 29. novembur.

Maria Mørkøre er fødd 1967 í  Klaksvík. Hevur gingið á Listaskúla í Hillerød 1996-98. Hon livir av at mála málningar  og undirvísir eisini í myndlist.

Hon hevur verið við á fleiri felags framsýningum, t. d  á  Ólavsøkuframsýningum og havt fleiri einsæris sýningar. Íblásturin kemur úr nátúruni, úr bygdaløgum og menniskjum.

Ein inn og útsúgur í litum, ið vitjar aftur til impressionismuna.

Hon letur eisini skapini í ein ekspressivan listaligan dám,  ið ruggar í yndisligum bygdaumhvørvi bæði í fríum lofti og á dyrgingarferðum millum litríkar  vindar, sum er ein frøi fyri eygað at sjá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo