Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í vikuskiftinum var endabresturin av árligu mótavikuni í París, og sýndi Balmainmótahúsið vár- og summarmótan 2019. Mariann Klein Ivansdóttir var partur av backstage-toyminum hjá Balmain Hair undir leiðslu av Nabil Harlow, sum er Master Hair Designer hjá Balmain Hair.

Mariann umboðar franska high-end mótamerkið Balmain Hair í Danmark og Føroyum, og var hetta fjórðu ferð, Mariann fekk heiðurin av at fremja síni framúr hárkynstur handan kulissurnar hjá Balmain til fronsku mótavikuna. Haraftrat hevur hon arbeitt backstage fyri mong onnur mótamerki gjøgnum ár og dag.

”Tað er ótrúliga stórt í heila tikið at gera hár backstage til fronsku mótavikuna. Tað er dreymurin hjá øllum frisørum, og tað eru so fáar, sum sleppa. Og so at gera hár til Balmain-showið er enn meira serligt, tí at tað er eitt tað mest prominenta mótahúsið, ið er. Og við Olivier Rousteing sum sniðgeva, er Balmainmótahúsið eitt mótahús, ið øll tey kendastu fólkini kring knøttin ynskja at vera ein partur av … Olivier er ein heilt fantastiskur designari og ein sonn gáva til mótaheimin”, sigur Mariann.

Tað er ikki tilvildarligt, hvør verður boðin til Balmainmótasýningina. Áskoðararnir verða nágreiniliga úrvaldir, og eru teir sum oftast millum mest valdsmiku og viðurkendu fólk í mótaheiminum; so sum filmstjørnur, fótbóltsstjørnur, toppmodellir og redaktørar fyri størstu mótabløðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo