Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Uttanríkis- og mentamálaráðið: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri. Marin er 47 ára gomul, tók læraraprógv í 2003 og hevur tikið diplomútbúgving innan námsfrøðiliga leiðslu á Fróðskaparsetur Føroya.

Marin hevur drúgvar undirvísingarligar royndir á øllum floksstigum. Hon hevur trý tey síðstu skúlaárini verið í starvi sum skúlastjóri í Vestmanna skúla umframt at hava verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.

Marin hevur harumframt verið virkin í kommunustýrisarbeiði og innan ítrótt. Hon hevur sitið tvey valskeið í Vága kommunu frá 2009 - 2016, har hon hevur havt ymsar nevndarsessir m.a. sum formaður í mentanarnevndini. Marin hevur verið venjari í boccia og badminton, hevur í mong ár verið virkin í kappróðri.

Marin tekur við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri tann 1. august 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo