Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Setrið: Fyrsta september byrjaði Marita Svartá sum vísindaligt hjálparfólk á Søgu- og Samfelagsdeildini (SSD).

Marita er 30 ár, uppvaksin í Saksun, og hevur tikið kandidatútbúgving innan býarskipan/samfelagsráðlegging (“By, Plan og Proces”) og “Performance Design” á universitetinum í Roskilde. Hendan útbúgving hevur m.a. givið  innlit í politisk, sosial og mentanarlig viðurskifti í sambandi við býarplanlegging.

Hon hevur seinastu árini búleikast í Danmark, har hon hevur samskipað ymsar verkætlanir, t.d. hjá Danmarks Radio Kultur (DR-K).

Marita kemur undirvísingarliga at vera knýtt at masterlæruni á SSD, men ein partur av starvinum verður knýttur at eini granskingarverkætlan (BUSK – Building Shared Knowledge) á SSD, sum í stuttum snýr seg um lendisnýtslu/burðadygga nýtslu av náttúrutilfeingi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo