Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Marius DC gevur í dag út triðja staklagið av komandi EP’ini “Westender”. Lagið “Teenage Drama” brýtur bæði í stíli og evnavali við fyrru stakløgini Gasoline og Respekt.

Melodisk melankoli er kanska rætta lýsingin av lagnum, ið lýsir kensluliga sváru tíðina, ið ungi rappararin hevði miðskeiðis í 2020, eftir eitt miseydna kærleikssamband. Men hetta er ikki bert tann typiska hjartasorg balladan, men ein sera erlig lýsing av kensluligum máttloysi, og um at flýggja í rúsevni, og enntá tankar um sjálvmorð.

Tónlistarliga er sangurin emo-rap við íblástri frá tónleikarum sum Juice WRLD og Post Malone, rapp yvir eitt pop-punk íblást trap beat og við frálíka gittarspælinum hjá Son Of Fortune.

Tað er Marius sjálvur, ið hevur skrivað lagið og tekstin, og framleitt tað. Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur tikið sær av mastering.

Lagið er tøkt á øllum digitalum plattformum, sosum Spotify og Apple Music.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo