Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í dag 21. juni kemur nýggj skaldsøga út. Tað er skaldsøgan Óendaliga vera eftir Marjuna S. Kjelnæs. Í sambandi við útgávuna verður almen bókarframløga í Sjónleikarhúsinum kl. 17.
             
Skaldsøgan, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út, er úrslit av kapping, sum Bókhandlarafelagið skrivaði út í 2014 um at skriva samtíðarskaldsøgu.

Dómsnevndin var á einum máli um, at skaldsøgan flytir seg hegnisliga ímillum fortíð og nútíð í sínum lýsingum av persónum og hendingum í 20. øld og á okkara døgum. Skaldsøgan er eyðkend av sínum sterku persónslýsingum og sínum neyva og beinraknað myndamáli. Samanumtikið er hetta ein heilskapað søga um svik, tøgn, longsul og kærleika.

Marjun Syderbø Kjelnæs er fjøltáttaður rithøvundur, sum hevur skrivað stuttsøgur, útvarpsleik, barnabøkur, ungdómsbók, yrkingar, leikrit, sangtekstir og filmshandrit.
           
Síðan fyrstu ferð, Marjun kom út á prenti í 2001 og til dagin í dag, er ein ótrúlig menning farin fram, hon flytur seg hegnisliga á fleiri økjum innan skrivaðu listina.
           
Marjun hevur vunnið føroyskar og norðurlendskar virðislønir, umframt at hon hevur verið heiðrað við White Raven heiðursmerki frá Deutsche Jugendbibliothek.

“Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað eina episka og ósentimentala bók um tað ósagda. Høvuðsleikarnir í Óendalig vera, Vera og leon, eru eykafólk í sínari egnari forteljing vegna teirra ótroyttiliga eginleika altíð at tiga, tá tey skulu tosa. Bæði tá talan er um kærleika, religión, familju og dreymar.”
(Pætur Marjunarson Dahl)
 
”Góð ættarsøga. Spenningurin byggist upp, og lesarin fær akkurát passaligt at vita til at halda dampin uppi og til at vilja síggja putlispælið liðugt."
(Begljót av Skarði)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo