Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Enn hevur Føroya Lærarafelag ikki fingið innbjóðing frá landsstýriskvinnuni at koma at tosa um, hvussu ársverkið eigur at verða endurskoðað.

Í sambandi við ein munnligan fyrispurningin í november í fjør spurdi Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, landsstýriskvinnuna við skúlamálum, um ætlanir eru at endurskoða ársverkið.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, svaraði játtandi, at tíðin nú er búgvin at endurskoða ársverkið og gera eina nýggja og smidliga arbeiðstíðaravtalu, har skúlar, leiðsla og lærarar í størstan mun kunnu leggja sær virksemið til rættis, frá skipan av skúlaárinum til menningarvirksemi.

Nýggja arbeiðstíðaravtalan verður gjørd saman við Lærarafelagnum, segði landsstýriskvinnan.

- Ein dagføring av arbeiðstíðaravtaluni er partur av samráðingunum millum Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið og Lærarafelagið, so vit eru í gongd við at endurskoða ársverkið; samrátt hevur verið síðan í fjør summar. Men fáa vit ein innbjóðing frá landsstýriskvinnuni taka vit fegin ímóti.

- Tað er lítið at ivast í, at arbeiðstíðaravtalan kundi verið smidligari, men samstundis er avtalan ein trygd fyri einum rímiligum býti millum undirvísing, fyrireiking og aðrar uppgávur. Tað kann ljóða soleiðis á fyrispurninginum hjá Sonju Jógvansdóttir, at hon heldur, at lærarin skal undirvísa størri part av arbeiðstíðini. Tí taka vit ikki undir við.

- Tað má vera eitt ovasta mark fyri, hvussu nógv ein lærari undirvísir,. Fyri at kunna geva næmingunum dygdargóða undirvísing, so má lærarin hava stundir til at fyrireika seg og eisini at dagføra seg námsfrøðiliga og fakliga, sigur Herálvur Jacobsen.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo