Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Framløga á Listasavni Føroya við Solveig Hanusardóttir Olsen, sunnudagin 9. oktober kl. 16.

Verkið Olympia (1863) av Éduoard Manet er eitt høvuðsverk í franskari listasøgu, og nógv vitja Musee d’Orsay í París fyri at síggja eyðkenda verkið. Kortini tá tað fyrstu ferð varð sýnt fram í 1865, gjørdust fólk ill og vóru stoytt.

Eygnabráið hjá Olympiu varð mett at vera stoytandi og kvinnan at vera ein skøkja.

Í dag hevur fatanin av verkinum broytt seg, eins og fatanin um hvat list er hevur broytt seg.

Markið millum tað, sum fólk hava andstygd fyri, og tað, sum verður sæð sum eitt stórfingið verk verður støðugt tillagað.

Í framløguni verður hugt nærri at hesum markinum.

Hetta er eisini eitt gott høvi at vitja framsýningina "SPOR" hjá Jóhan Martini Christiansen.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo