Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í fjør varð tikið stig til tann fyrsta marknaðarføringsdagin og nú verður hann endurtikin.

M-dagurin hevur sum endamál at savna marknaðarfólk í Føroyum til netverkan, kveikjan, og at geva viðkomandi amboð at náa og røkka nýggjum málum.

Seinast lutaðu Thomas Bigum, Eiler Fagraklett, Regin W. Dalsgaard og Jákup Justinussen sína vitan og serfrøði til áleið 80 luttakarar frá bæði smærri og satørri fyritøkum og stovnum kring landið.

Skráin í ár er samansett av áhugaverdum serfrøðingum og viðkomandi fyrilestrum. Røðarar eru David Lorentzen, Niclas Heri Jákupsson, Allan Dalsgarð og Bárður Eklund.

Niclas Heri Jákupsson er kendur fyri fyrilesturin "Út við strongd og inn við lívsgleði". Hann er eigari av fyritøkuni Fegin og arbeiðir dagliga við ráðgeving, sølu og tænastu. Niclas Heri er fyriskipari av Ársins søludegi saman við Navitas og kemur á M-degnum at tosa um virðiligt samskifti millum marknaðarfólk og sølufólk.

Allan Dalsgarð kemur at greiða frá, um hvussu hagtøl kunnu geva størri innlit og hjálpa at skapa betri marknaðarføring. Allan hevur seinastu 11 árini arbeitt sum ráðgevi innan strategi og marknaðarføring, harav 5 ár sum stjóri á Sendistovuni. Hann er útbúgvin cand.mag. í miðlafrøði og starvaðist eitt tíðarskeið sum miðlaleiðari í Kringvarpinum. Eisini er hann eigari av Spyr.fo og SAVNA.

Við útgangsstøði í grindadrápi og umtalu av Føroyum á alnetinum, kemur Bárður Eklund at tosa nærri um hvat SEO er, og hvussu tú íverksetur eina SEO strategi. Hann er útbúgvin fotojournalist og hevur starvast á m.a. BT, Urban, Berlingske Media og Kringvarpinum. Bárður starvast í dag sum talgildur marknaðarleiðari á VisitFaroeIslands.

Danin David Lorentzen kemur at greiða frá í 3 pørtum um Instagram, Facebook og sosialar miðlar annars. Hugt verður at, hvussu ein málrættar samskifti, brúkar innlit til betri úrslit og kemur frá teori til praksis.

Seinastu 3 árini er David blivin viðurkendur fyrilestrahaldari innan sosialar miðlar. Dagliga ráðgevur hann smærri og stórum fyritøkum, hvussu tey kunna brúka sosialar miðlar til at skapa málrættað úrslit. Eisini arbeiðir hann sum ráðgevi fyri samskiftisfyritøkuna Kindly.

Í ár verður M-dagurin hildin á panorama á Hotel Hafnia tann 8. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo