Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Búskaparráðið mælir til at nýta eina marknaðarskipan til at avgera, hvør fær atgongd til veiðirættindi. Hetta er roynt til útluting av rættindinum av uppsjóvarfiski og fisk á fjarleiðum, men eigur eisini at vera nýtt til útluting av rættindum á heimaleiðum.

Um tað verður rindað fyri rættindi, gerst tað lættari hjá politisku umsitingini at stilla veiðitrýstið, tí eyka vinningurin, ið fæst av einum ov høgum veiðitrýsti í stutta siktinum, verður avmarkaður, og hetta kann elva politisku skipanini til at hugsa meira langsiktað.

Um tað verður rindað fyri at fiska, hevur tað í fyrsta umfari við sær, at yvirskotið í fiskivinnufyritøkum minkar (og hýrurnar somuleiðis), tí tilfeingisgjaldið fer í landskassan.

Í øðrum lagi hevur lægri vinningurin við sær, at tilskundingin til yvirkapasitet minkar.

Minni yvirkapasitetur hevur við sær lægri veiðitrýst og lægri rakstrarútreiðslur og tí eisini størri tilfeingisrentu.

Um tilfeingisgjaldið verður ásett av einum myndugleika, eitt nú sum prosentgjald av veiðivirði, minkar tað um yvirkapasitet, men myndugleikin fær hinvegin trupult við at seta rætta gjaldið.

Hetta tí at einans fyritøkurnar sjálvar vita, hvat tær megna at rinda.

Um rætturin at fiska verður seldur (sum kvotur ella fiskidagar á einum væl innrættaðum marknaði), hava fyritøkurnar ávirkan á, hvat tilfeingisgjaldið verður. Ein tílík skipan verður smidlig og gevur høvi til, at veiðitrýstið verður betur stillað. Hetta gevur størri inntøkur til samfelagið í langa siktinum.

Ein tílík skipan fer at elva til íløgur í meira effektiv veiðitól, tí í eini vælvirkandi marknaðarskipan er tað fyrst og fremst produktiviteturin í vinnuni, sum avger, hvør fær atgongd til veiðirættindi.

Ein avleiðing er, at eigarar av minni effektivum ella produktivum veiðitólum velja at gevast; í verandi skipan verða bæði produktivar og óproduktivar íløgur framdar.

Ein marknaðarskipanin við uppboðssølu styðjar sostatt upp undir ein natúrligan og framhaldandi produktivitetsvøkstur í fiskivinnuni, ið ber við sær lægri manningatal, størri veiðu pr. mann og størri hýrur til eftirverandi manning.

Tær umveltingar, sum púra vist í stutta, og møguliga eisini í langa siktinum verða avleiðing ella hjáárin av eini slíkari produktivitetsmennandi marknaðarskipan, má tað almenna hjálpa til við at loysa á annan hátt gjøgnum førleikamennandi útbúgvingar-, upplæringar- og almannaskipanir, men ikki við at seta úr gildi ella suspendera marknaðarskipanina.

Sí Búskaparfrágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo