Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Á Delta Seafood á Tvøroyri arbeiða 45 fólk. Tey framleiða saltfisk, sum tey vanliga selja til italska og spanska marknaðin. Júst tey londini í Evropa, har corona-smittan ger serliga nógv um seg.

 

Enn koyrir framleiðslan á virkinum nøkulunda sum vanligt, men spurningurin er, hvussu leingi aftrat. Onki fer av landinum, tí marknaðirnir í Italia og Spania eru púra steðgaðir upp, sigur Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood, sum eisini er ein av eigarunum í virkinum.

 

Missa háárstíðina Júst hendan tíðin undan páskum er saman við jólunum vanliga besta tíðin hjá Delta Seafood, tí í Italia og Spania eta tey nógvan fisk um høgtíðina.

 

Men corona hevur fingið eftirspurningin at steðga upp. Italski marknaðurin hevur verið stongdur seinastu tríggjar vikurnar og spanski marknaðurin í tvær vikur.

 

- Fyribils fer øll framleiðslan á goymslu, og so at siga øll starvsfólkini eru til arbeiðis sum vant. Vit vóna at marknaðirnir lata upp aftur skjótt, men tað er sera trupult at spáa um, nær tað verður, sigur Magnus Jespersen.

 

Spurdur hvussu leingi virkið kann framleiða, uttan at gongd kemur á útflutningin, sigur hann, at steðgurin skal helst ikki vara nógvar vikur, so fer av álvara at sansa at.

 

Ongin upsi til Fraklands Magnus Jespersen er eisini stjóri á TG Seafood í Hvalba, sum Delta Seafood eigur ein part í.

 

Á virkinum í Hvalba starvast 70 fólk, har tey framleiða upsa til frystiportiónir, sum tey vanliga selja til Fraklands og Póllands.

 

Eisini har eru marknaðirnir uppsteðgaðir.

 

Serliga franski marknaðurin, sum er nógv ávirkaður av corona. Pólski marknaðurin hevur eisini sínar avbjóðingar við sjúkuni umframt at gjaldoyrað er í trupulleikum. So eisini í Hvalba verður framleitt inn á goymsluna uttan at vita, nær tey sleppa av við vøruna.

 

Enn royna virkini at klára seg og hava ikki brúkt hjálparátøkini hjá landsstýrinum, men hetta kann sjálvandi gerast neyðugt, um tað dregur út at marknaðirnir lata uppaftur, sigur Magnus Jespersen.

 

Hann leggur aftrat, at hjálparátøkni serliga eru vend móti at hjálpa starvsfólkunum, meðan tað kanska er ov lítið fokus á allar aðrar útreiðslur, sum fyritøkur hava.

 

Fá drekka kaffi í senn Á virkjunum hava tey tillagað mannagongdirnar fyri at minka um smittuvandan. Vaktirnar arbeiða forskotið, soleiðis at nøkur møta kl 8 og hin helvtin kl 8.30.

 

Starvsfólkini á skrivstovuni hava fingið sum uppgávu at spritta av regluliga. Avmarkingar eru í kaffistovuni. Har tað vanliga stóðu seks stólar rundan um eitt borð, standa bara tveir, og bara nøkur fá fólk sleppa til kaffi í senn.

 

Óvissa støðan ávirkar sjálvandi stemningin á virkinum nakað, sigur Magnus Jespersen. Serliga í fyrstuni vóru starvsfólkini eitt sindur fjálturstungin um smittuna, men nú tykjast tey at hava vant seg við støðuna, sigur hann.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo