Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Kringvarpið: Høgni Lauritsen, stjóri í TG-Verk, váttar fyri Kringvarpinum, at byggingin av Marknagilsdeplinum kann enda í einum gerðarætti, og at arbeiði harvið steðgar upp. 

- Upphavið til ósemjuna millum Landsverk og TG-Verk er ein grundleggjandi prosjekteringsfeilur av donsku verkfrøðingafyritøkuni Lemmings og Eriksson. 40 berandi element í bygninginum vóru ógvusliga undirprosjekterað. 

- Lemmings og Eriksson hevur átikið sær ábyrgdina fyri feilin, sum hevur elvt til ein meirkostnað, ið sigst liggja um 50 milliónir krónur, skrivar Kringvarpið.

- Men upphæddin er vorðin til eitt trætumál millum Landsverk og TG-Verk, tí tað er óvist, hvussu nógv av meirkostnaðinum tryggingin hjá Lemmings og Eriksson dekkar.

- Lemmings og Eriksson fekk umleið 40 milliónir krónur fyri prosjekteringina av Marknagildsdeplinum, skrivar Kringvarpið.

Hoyr innslag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo