Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Leygardagin 20. februar  letur Martin Joensen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í metanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at røða nøkur orð.

Martin Joensen kemur sjálvur at framføra egin løg og borðreitt verður við jomfrúhummarasúpan.

Framsýningin hongur uppi  fram til 18. mars og er ókeypis at vitja.

Opið er leygardagin 20. feb frá kl. 14:00 til 19:00 og sunnudagin 21. feb frá 14:00 til 19:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo