Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Foreldur at børnum i fólkaskúlum hava tørv á einum nýskapandi tilboði um matarskipan í Tórshavnar kommunu.

Hvør kennir seg ikki aftur í at matpakkar í skundi verða smurdir seint á kvøldið ella árla um morgunin. Hetta tekur ikki smávegis av tíð og orku frá okkum foreldrum, sum frammanundan hava ein skundmiklan gerðandisdag.

Eg og mong foreldur við mær hava eitt stórt ynski um, at Tórshavnar kommuna hugsar meira nýskapandi og ørvísi á hesum økinum.

Hugsi tykkum eina skilagóða nýmótans matarskipan, har okkara børn dagliga fingu útflýggja ein heilsugóðan og spennandi matpakka í øllum fólkaskúlum  í Tórshavnar kommunu.

Slíkar matskipanir eru vanligar aðrastaðni, eitt nú í Danmark, og hava tær virka væl. Matarskipanir av hesum slag tryggja eisini, at øll børn fáa heilsugóðan mat til ein bíligan penga.

Mítt uppskot er, at foreldur kundu rinda eina ávísa upphædd, td. 10 kr um dagin pr. barn, meðan skúlin og Tórshavnar kommuna høvdu borðið restina av kostnaðinum.

Hesum og mongun øðrum uppskotum vil eg arbeiða fyri, um tit stuðla mær til valið 10. nov.

Birgir Nielsen
Valevni á lista A til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo