At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Felagið Navigare, við heimstaði í Runavík, hevði eitt gott ár í fjør.

Roknskapurin vísir eitt ársúrslit uppá 8,8 mió kr sum skal samanberast við 3 mió kr árið fyri.

Allar inntøkurnar stava frá úrsliti av kapitalpørtum í øðrum fyritøkum, har Frakt & Sandsølan fyllir mest. Navigare eigur 60% av Frakt & Sandsøluni sum hevði heilar 14,7 mió kr í vinningi í fjør samanborið við 5,1 mió kr árið fyri.

Navigare eigur eisini dóttirfeløg í Noregi sum spjaða til samlaða úrslitið.

Fíggjarstøðan hjá Navigare javnvigaði við 21 mió kr á nýggjárinum og tað var alt eginogn.

Álvur Højgaard er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo