Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

BETRI BANKI: Í samband við Betri Pisudagar 2018 bleiv Betri legatið handað fyrrakvøldið á Ungdómsdeildini hjá Betri í Havn. Tiltakið var væleydnað, og fleiri enn 100 lesandi luttóku. Áhugin fyri legatinum var aftur stórur hesaferð, og nógvar spennandi umsóknir komu inn.

”Vit fegnast um at aftur í ár var stórur áhugi fyri Betri legatinum. Hetta vísur tann framhaldandi áhugan hjá føroyskum lesandi at nema sær vitan úti í heimi, og vit eru fegin at kunnu geva okkara íkast til, at lesandi fáa eina fjølbroyttari og betri útbúgving” sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri.

Betri legat er eitt legat fyri føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uppihald uttanland í beinleiðis sambandi við útbúgving og verður latið tvær ferðir árliga til tvey lesandi.

Higartil hava legatmóttakarnir søkt sær íblástur í Sydney, París, Brússel og Svalbard. Hesaferð fara báðir umsøkjararnir til USA at leita sær kunnleika.

Bæði Mathias og Rólvur lesa Elektrisk Energiteknologi á Danmarks Tekniske Universitet (DTU) á 4 semestri. Í august fara teir í eina lestrarhálvu til USA - Mathias skal lesa á University of Texas at Austin og Rólvur á University of Maryland, School of Engineering.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo