Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Sí myndir her

Tórshavnar.fo: - Tað er altíð hugaligt at koma í føðingardag hjá fólki, ið røkka høgan aldur. Og serliga sjáldsamt er at sleppa at vitja fólk, sum eru farin at ganga ímóti teimum tveyhundrað, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann ynskti Mathildu Jacobsen tillukku við 101 ára degnum.

Eg minnist tykkum bæði líka frá fyrstu tíð míni í Havnini. Petur komu vit at kenna sera væl frá hansara drúgva og trúfasta arbeiði fyri kommununa.

Tilkomin fólk í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu minnast øll onkra góða frá Peturi – hann var vinsælur, skemtingarsamur og dugdi væl at siga frá - hann arbeiddi hjá kommununi í meira enn 50 ár, var kendur og væl lýddur um allan býin.

Tað er ein stórur heiður at vera boðin við at hátíðarhalda dagin saman við tykkum, og tað takki eg hjartaliga fyri.

Mathilda og Petur búðu á Peturstrøð. Tað má vera eitt gott stað at búgva, tí tað er alment kent, at tey, sum búgva á Peturstrøð, náa høgan aldur.

Tey fingu tvey børn, Marjun og Hermund, sum hava vælsignað Mathildu við bæði ommu- og langommubørnum.

Tygum eru kend fyri at vera blíð og fyrikomandi og løtt av lyndi. Onkur helt tað hevði nakað við gleðina í tónleikinum at gera, tí tygum hava verið so ófør at spæla uppá – og so vita vit onnur eisini, hvaðan Hermund hevur fingið tær gávurnar frá!

Tit hava altíð hjúklað um familjuna og eru kend fyri gestablídni. Tygum hava bundið og seymað uppá familjuna og stutt sagt verið ímyndin av eini ótrúliga góðari ommu.

Nøkur val ávirka okkum alt lívið. Rørsla er eitt val, sum hevur ávirkað tygara lív gjøgnum eitt nú hondbólt og fimleik. Tær eru ikki nógvar, sum enn hoppa band, tá ið tær eru farnar um 80 ára aldur!

Nógvir ungdómar eru komnir á Peturstrøð. Tey flenna at, at tygum koyrdu Hermund runt við trummusettinum, langt áðrenn hann sjálvur fekk koyrikort.

Tá ið brúgvin um Sandá skuldi takast í brúk tosaðu vit bæði saman um tað at vera ein av teimum fyrstu, sum koyrdu um brúnna um Sandá úr Havnini út á Argir – Miðskeiðis á brúnni hittu vit Sverra Mortensen, sum var á veg til Havnar. Ein stór hátíðarløta.

Tygum kunnu sanniliga minnast og hyggja aftur á eitt langt og ríkt lív. Viðførið tygara við upplivingum, við lívsroyndum og innliti, er stórt. Hóast knoss og strev, kunnu tygum halda 101 ára føðingardag í dag.

Eg fari eg at enda at takka fyri, at eg varð boðin við, og Tórshavnar býráðs vegna skal eg ynskja tygum hjartaliga tillukku við stóra degnum, Harrans signing og alt tað besta í ókomnum døgum.

Somuleiðis fari eg at ynskja øllum tygara avvarðandi - børnum, svigerbørnum, ommubørnum og langommubørnum, ja, allari familjuni hjartaliga til lukku við hesum stóra degi.

Og tykkum, sum starvast her á Tjarnargarði og eru um Mathildu, ynski eg eisini hjartaliga til lukku.

Enn einaferð Mathilda – hjartaliga tillukku við degnum og gleðilig jól og gott nýggjár, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Heðin Mortensen,
borgarstjóri

Sí myndir her

(Ólavur Frederiksen tók myndirnar)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo