At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Tórshavn: Á Umhvørvisvikuni, sum í ár verður í døgunum 30. apríl til 7. mai, setir Tórshavnar kommuna sjóneykuna á matoyðsl og á, hvussu vit sleppa undan at matur endar sum rusk.

Ein góður triðingur av heimsins lendi verður nýttur til at framleiða antin fólkamat ella fóður til kríatúr. Men samstundis fer ein triðingur av matinum til spillis. Sumt fer fyri einki, áðrenn matvørurnar koma á marknaðin, sumt koyra handlar og matstovur burtur, men størsti parturin fer í ruskspannina heima hjá fólki. Helvtin av matburturkastinum er frá húsarhaldunum.

Á Umhvørvisvikuni seta vit kastljósið á matoyðsl, og hvussu vit kunnu minka tað. Vikan byrjar við einum spennandi plantu- og matmarknaði, og síðani eru hvønn dag tiltøk, sum snúgva seg um at gera matarskipan okkara burðardyggari. Eitt nú verða verkstovur, sum snúgva seg um stuttflutt kjøt og um goymsluhættir - til dømis, hvussu vit sjálvi kunnu salta og fermentera rávøru. Umhvørvisvirðislønin og Grøna Gávan verða latin á evniskvøldi, og har verður eisini kunngjørt, hvørjar verkætlanir fáa umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu í ár.

Nærri kunning um skránna yvir tiltøk í Umhvørvisvikuni kemur seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo