Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

MEGD: Allan juni mánað 2020 hava fólk sent MEGD uppskot um atkomuligar matstovur í Føroyum. Við hesum ynskir MEGD at vísa á týdningin í atkomu fyri øll.

Ein nevnd varð sett at meta um innkomnu uppskotini, samstundis sum eitt uppsøkjandi arbeiði varð gjørt. Í nevndini sótu Levi Hanusarson, Poula Reinert Olsen, Eyðun Hansen, Sonja Tausen og Ása Dánjalsdóttir, umframt forkvinnan og aðalskrivarin hjá MEGD.

Tey fýra atlitini vóru: Góð atkoma, atkoma til vesi, møguleiki fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat, her laktosu- og glutenfrían mat, og góð parkeringsviðurskifti.

Hesi atlit hava sum heild stóran týdning. Fólk, ið bera brek, skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.

Í dag, 1. juli, kl. 15 vóru atkomuligu matstovurnar kunngjørdar á móttøku í MEGD-húsinum. Tær fáa viðurkenning fyri góða atkomu við einum lykli, ið verður sett á høvðusdyrnar í komandi viku. Lykilin vísir gestunum, at matstovan er atkomulig.

Matstovurnar, sum í dag hava fingið lykilin eru:
Glasstovan, Tvøroyri
Fjørukrógvin, Vestmanna
Burger King, SMS
Hornið, SMS
Hotel Runavík
Systrar, Norðurlandahúsið í Føroyum
Hotel Hafnia, Tórshavn
Jacqson, Klaksvík
Matstovan, Hotel Føroyar    
No. 12, Tórshavn
Seglloftið, Tvøroyri
Skeiva pakkhús, Tórshavn
Silo, Tórshavn
The Tarv, Tórshavn

Sjálvt um hesar nú hava fingið viðurkenning, eru vit vónandi ikki liðug at geva lyklar. Ætlanin er, at so hvørt, sum matstovur gerast atkomuligar, fáa tær lykilin frá MEGD. Vert er eisini at nevna, at um ein matstova flytir í onnur høli, har atkoman ikki er í lagi, so flytir lykilin ikki við.

Megd ynskir at takka fyri innkomnu uppskotini og at takka matstovunum, sum í dag hava fingið lykilin. Hesar eru fleiri, enn væntað, og vónandi verða fleiri lyklar komandi tíðina givnir.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo