At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nettosølan hjá Meginfelag Búnaðarmanna var metstór í fjør - hon var 164 milliónir krónur, sum er sjey milliónir krónur ella hálvtfimta prosent meira enn árið fyri.

Eisini yvirskotið setti met. Tað var 3,2 mió kr eftir skatt í fjør í mun til 1,9 mió kr í 2019.

Tað eru føroyskir bøndur sum eiga MBM, og teir eru nú metfáir í tali, einans 18, eftir at ein gongd hevur verið seinastu árini við at mjólkakvoturnar eru savnaðar á færri hondum og garðarnir verða størri.

Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at tá korona kom, væntaðu tey at sølan fór at falla, men beint tað øvugta hendi, og sølan av feskari mjólk hevur ikki verið størri síðani 2014. Og útlitini eru eisini góð fyri árið í ár.

Hákun Steingrímsson er stjóri í lutafelagnum Meginfelag Búnaðarmanna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo