Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

- Kom oman í Tinghúsgarðin mikudagin 7. februar og stuðla uppskotinum hjá Jenis um Medisinsk Kannabis.

Soleiðis skrivar stuðulsbólkurin 'Framtakið fyri rættinum at velja kannabis' í einum tíðindaskrivi.

Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur lagt fram eitt uppskot um at loyva Føroyum uppí Donsku royndarætlana um Medisinsk kannabis. Og áhugafelagið heldur tað vera sjálvsagt, at kommunulæknarnir skulu sleppa at útskriva Medisinsk kannabis til sjúkar føroyingar.

- Vit halda ikki at tað er rætt at nógvir sjúkir føroyingar vera ákærdir og dømdir sum brotsmenn fyri at innflyta linnandi Medisinsk kannabis sum td. sjokolatabønir ella te úr Danmark við kannabis í.

Vónandi verur hetta uppskotið samtykt, til stóra hjálp hjá mongum sjúkum føroyingi og familjum teirra. Samstundis er møguleiki at hjálpa Framtakinum við at fáa tær undirskriftirnar sum skulu til fyri at kunna uppstilla ein lista til komandi val, skrivar Framtakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo