At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Grundleggjandi partur av at vera menniskja er at hava eitt mál at samskifta við. Í málinum liggur møguleikin at siga, hvør eg eri, at ávirka persónlig viðurskifti og siga, hvat eg vil og ynski. Hóast hetta eru grundleggjandi mannarættindi, eru fleiri í Føroyum, sum ikki fáa nøktandi møguleika at menna eitt samskiftismál – teknmál, alternativt samskifti ella aðrar samskiftishættir.

Samskifti er so nógv
Tá ið talan er um at menna samskifti, hava summi brúk fyri einum mennandi tilboði í longri tíð og onnur alt lívið. Hetta hevur týdning, tí samskifti er avgerandi liður í at gera okkum sjálvbjargin.

Eitt gott dømi um hetta varð víst í Degi og viku fríggjakvøldið, har hyggjarin slapp at vitja Una á Dagstovninum Gjáarlon í Vestmanna, har vaksin og børn brúka tekn til talu sum part av gerandis samskiftinum. Ein góð søga.

Samskiftisøkið sum heild er samansett. Summi hava brúk fyri at menna tekn til talu, sum er vegur teirra inn í samskiftandi heimin. Fólk við afasi skulu menna talumálið aftur eftir t.d. blóðtøpp ella heilabløðing og/ella fáa neyðugu hjálpartólini. Hjá øðrum er tað teknmál. Nakrir føroyingar hava fingið Cochlair Implant (CI). CI er eitt tól, ið verður innopererað og skal geva deyvum ella teimum við niðursettari hoyrn møguleika at hoyra, har eftirviðgerðin er treytin fyri at tólið virkar til fulnar. Fyri at nevna nøkur.

Manglandi hagtøl gera tað torført at lýsa økið, men grundað á tey tøl, ið hóast alt eru, er niðurstøðan greið. Tørvurin fyri at menna alt slag av samskifti er stórur og enn ikki nøktandi í Føroyum.

Samskiftisdepil
MEGD hevur tí víst á manglandi ætlan fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum í Føroyum.

Her gevur ein samskiftisdepil meining. Har fáa ymisk fakfólk á økinum møguleika at samstarva og eisini at ráðgeva, veita hjálp og stuðul og at leggja ætlanir fyri menning við ítøkiligum, persónligum málum við borgaranum og avvarðandi í miðdepli.

Vit hava í dag ein vælvirkandi Sjóndepil. Við honum sum fyrimynd eiga vit at arbeiða við at menna ein samskiftisdepil, har alternativir samskiftishættir verða mentir og styrktir. Talan er um avbjóðingar við hoyrn, talu og samskifti, rødd, avbjóðingar við at lesa og skriva ella kognitivar avbjóðingar.

Nú hetta valskeiðið er farið at halla, eigur ein komandi samgonga ítøkiliga at arbeiða við hesum. Ein partur liggur longu í nýggju lógini um almannatrygd og tænastur, og har hevur tað týdning, at hon fæst at virka, sum ætlað.

Allir borgarar hava rætt til dagliga at uppliva mennandi samskifti, tí sjálvbjargni liggur í samskifti.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo