Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Hvussu hevur gongdin verið í fólkatalinum í tíni bygd og kommunu seinastu 10 árini?

Hvussu er fólkasamansetingin nú millum ung og gomul, mannfólk og konufólk?

Nú kommunuvalið nærkast fer Hagstova Føroya komandi tíðina at seta sjóneykuna á kommunurnar.

Fyri landið alt vaks fólkatalið 3.660 frá 1. januar 2010 til 1. januar 2020. Men gongdin hevur verið ymisk í kommunum kring landið, eins og millum bygdirnar í hvørjari kommunu sær.

Í yvirlitinum niðast í hesi grein sæst broytingin tíggjuáraskeiðið 2010-2020 í fólkatalinum eins og kyns- og aldursbýtið 1. janunar 2020 í teimum 117 bygdunum og 29 kommununum.

Samanlagt er fólkatalið hesi árini vaksið 3.660 ella 7,5%. Í 15 kommunum er fólkatalið vaksið, í einari er óbroytt og í 13 er fólkatalið minkað. 

Fá meira vita her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo