Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í døgunum 28. februar til 3. mars vitja umboð fyri guðfrøðisskúlan, Meinigheitsfakultetið í Føroyum. Tað eru danin Nils Andersen, landsskrivari og føroyingurin Jón Lange Bech, guðfrøðislesandi, sum koma at undirvísa og kunna um møguleikan at lesa guðfrøði.

Meinigheitsfakultetið (MF) liggur í Århus, sum er ein stak hugnaligur lestrarbýur, har fleiri føroyingar lesa. Orsøkin til, at teir vilja vitja Føroyar, er m.a. tí, at føroyingar í langa tíð hava lisið guðfrøði, annaðhvørt í Århus ella í Keypmannahavn og er tørvurin allatíðina á at gera ung varug við tørvin og møguleikan at lesa guðfrøði.

Komandi summar er upptøka á Meinigheitsfakultetinum, sum í sama viðfangi fer undir nýggja samstarvsavtalu um útbúgving, sum fer at knýta norðurlond tættari saman. Samstarvið ber við sær, at nú kann ein lesandi søkja inná somu útbúgving, men velja at lesa annaðhvørt í Oslo, Keypmannahavn ella í Århus. Hvør útbúgvingarstovnur hevur síni sereyðkenni, men felags fyri allar er ynskið um at útbúgva fólk til tænastu í kirkjuligum virksemi, verði tað seg prestar ella guðfrøðingar í øðrum høpi.

Umframt skránna fyri møtini, sum øll eru hjartaliga vælkomin til, vitja teir Kristiligt Felag fyri Skúlaungdóm (KFS) og verða at hoyra í Útvarpi, Lindini og á trubodin.fo.

Skráin 28. februar – 3. mars:

Hósdag kl. 20: Ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Tórshavn.

Fríggjadag kl. 20: Ungdómsmøti í Leirvíkar missiónshúsi.

Leygardag kl. 20: Ungdómsmøti í Skála missiónshúsi.

Ungdómsmøti í Tabor, Toftum.

Sunnudag kl. 18.00: Møti í KFUM&K, Klaksvík.

Kl. 20.30: Ungdómsmøti í KFUM&K, Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo