Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sambært tey hagtøl ið almenningurin hevur atgongd til á heimasíðuni www.tunnil.fo, er bilferðslan undir Leirvíksfirði hægri enn ferðslan undir Tangafirði millum Skálafjørðin og Suðurstreym.

Í sjey mánaða tíðarskeiðnum frá mars til oktober í ár, hava umleið 994.000 akfør koyrt gjøgnum Norðoyatunnilin meðan bert umleið 948.000 akfør hava koyrt millum Suðurstreym og Skálafjørðin.

Hetta svarar til ein mun uppá umleið 5%.

Tá havt verður í huga, at Suðurstreym og Skálafjørðurin er millum fólkaríkastu øki í landinum, meðan  ”bert” 5-6000 búgva í Norðoyggjum, so er hetta ein greið ábending um, at prísurin er ein størri forðing, enn politikarar av fyrstan væntaðu.

Almennu Føroyar hava sostatt framt eina verkætlan í undirstøðukervið fyri 1.400 milliónir kr, sum ein stórur partur av borgarunum í dag ikki vilja brúka, av tí at kostnaðurin er ov høgur.

Tað var annars eitt samt løgting ið samtykti leistin, at brúkarin av Eysturoyartunlinum skuldi rinda fyri Sandoyartunnilin.

Men høga bummgjaldið hevur ført við sær, at nógvir bilførarar tykjast hava valt Eysturoyartunnilin frá, og hetta kostar nú landskassanum nærum eina millión um vikuna.

Hetta er ein politisk avbjóðing, men kanska kunnu vit siga, at løgtingið liggur sum tað hevur reitt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo