Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í gjár ljóðaði sum at nú var endiliga semja um Tjóðpallin. Mong fegnaðust – ikki minst mentamálaráðharrin og borgarstjórin. Men síðan eru mótmæli komin, bæði frá politikarum og onkrum granna.

Veruleikin er, at tað verða bara Smyril og nólsoyarferjan eftir innan fyri Molan um nøkur fá ár. Allir bygningarnar verða ruddaðir burtur ella fluttir út í Nýhavnina undir Skansanum.

Tað vil siga, at tað verður skralltómt frá havnarskrivstovuni og inn á Bursatanga. Har verður eitt stórt parkeringspláss til túsundtals bilar.

Nú kom einki fram um arkitekturin í gjár, men her hevur onkur snildisliga sett Menningarhúsið Hóf á Akureyri niður á parkeringsøkið omanfyri Bursatanga – undir Krákusteini.

So kunnu fólk sjálvi meta, um hetta er so ræðuligt, ella um hetta hinvegin hevði verið eitt gott hugskot.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo