Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Archibald Black hevur í Sosialinum 11. december skrivað nakrar viðmerkingar til bók mína um Nólsoyar Páll, sum bleiv framløgd alment tann 4. december. Black sigur seg hava lisið bókina, og at hann ”er ósamdur í fleiri niðurstøðum.”

Men tíveri byggja viðmerkingarnar hjá Black ikki á sjálva bókina, men á eina útvarpssamrøðu, sum bleiv send beinleiðis í Nón, og á eina telefonsamsøðu við Sosialin. Um eg í hesum samrøðum av misgávum kanska eri komin at málbera meg skeivt, og siga at Marin Malena, kona Nólsoyar-Pálls, kom úr Uppistovu, og ikki – sum rætt skal vera – úr Norðistovu í Gerðum, so biði eg um umbering.

Men um Black hevði lisið sjálva bókina, sum hann sigur seg hava gjørt, so hevði hann sæð, at har verður við kelduávísing sagt, kapittul 4, síðu 102: ”Páll var einkjumaður, tá hann kom í Gerðar at fríggja til Marin Malenu í Norðistovu.”

Black sigur í stubbanum, at eg skal hava sagt, at ”.Hvør setningur er dokumenteraður og kann eftirkannast.” Tað havi eg ikki sagt, tí tað er praktiskt ógjørligt. Eg skrivi á bakpermuni, at allar útsagnir eru dokumenteraðar við kelduávísingum, og har eru 856 av slagnum.  Framvegis á síðu 17 er at lesa: ”Eitt høvuðsmál við bókini er, at alt, sum verður lagt fram og sagt, skal dokumenterast.” Og tað havi eg eftir førimuni gjørt.

Best hevði verið, um Black hevði gjørt viðmerkingar til sjálva bókina, og ikki til umtalu í miðlunum. Men, eg sigi takk fyri viðmerkingar, og framhaldandi góðan lesihug.

Vinarliga - Rolf Guttesen
20.12.2019

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo