Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Ein greiður meiriluti av føroyingum tekur undir við, at Føroya Landsstýrið sigur ja til at byggja nýggjan NATO-radara á Sornfelli. Men bara 16% taka undir við ætlanini um, at Løgtingsins Uttanlandsnevnd skal taka avgerðina einsamøll, soleiðis sum Landsstýrið hevur boðað frá. Næstan helvtin heldur, at alt Løgtingið eigur at taka hesa avgerð, og 29% halda, at málið átti at verið lagt út til fólkaatkvøðu.

Hetta eru nøkur av úrslitunum í nýggjari kanning um fólksligan hugburð til uttanríkis- og trygdarpolitikk, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt.

Kanningin varð gjørd í november og desember, og umleið 800 tilvildarliga valdir føroyingar luttóku. Kanningin er umboðandi fyri allar Føroyar, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman úrslitini í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya. Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur ábyrgd av verkætlanini.

Kanningin vísir eisini, at ein meiriluti á 54% siga seg antin vera púra samd ella lutvíst samd í útsøgnini um, at føroyingar skulu reka radaran. Men tey allar fægstu (6 %) halda, at føroyingar skulu rinda fyri radaran.

Kanningin vísir eisini, at ein stórur meiriluti av føroyingum (71%) heldur, at Føroyar skulu hoyra til vesturlendsku verjusamgonguna, NATO. 59% uppfata NATO sum ein positivan felagsskap, og helvtin heldur, at Føroyar áttu at samstarva meiri við NATO.

Kanningin er fíggjað av týska felagsskapinum Konrad Adenauer Stiftung, sum vitjaði í Føroyum seinasta summar. Fleiri úrslit um fólksligan hugburð til uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk verða almannakunngjørd í eini størri rapport um evnið í februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo