Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein lítil meiriluti vil ikki hava nýggja fólkaatkvøðu um loysing ímillum Skotland og United Kingdom, UK. Tað skrivar The Times í dag. 44% siga seg ikki vilja hava nýggja fólkaatkvøðu, ímeðan 43% siga, at tey vilja hava nýggja fólkaatkvøðu. Kanningin vísir eisini, at um ein fólkaatkvøða verður, so er ein lítil meiriluti, 48%, fyri loysingini, ímeðan 47% vilja varðveita sambandið.

Fólkaatkvøða var í Skotlandi um spurningin í 2014, men tá var greiður meiriluti ímóti loysing. Síðani er støðan tó broytt, meina tey í Scotish National Party, SNP, tí fólkaatkvøðan var áðrenn Brexit, og í Skotland vildi ein meiriluti ikki fara úr ES.

Boris Johnson, foræstisráðharri í Bretlandi, hevur sagt, at skotar hava avgjørt spurningin í 2014, og skulu ikki hava nýggja fólkaatkvøðu. Men tað kann bretski hægstirættur tó broyta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo