Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) er ikki bert ein film festivalur, men eisini ein roynd at menna Føroyar til at vera eitt meiri fevnandi og fjølbroytt samfelag. Og hvussu ger ein tað? Jú, millum annað gjøgnum filmar. 

Hetta er aðru ferð á rað at FIMFF verður hildin í Føroyum. Í ár verður hann hildin í døgunum 30. august til 2. september í bæði Norðurlandahúsinum, Perluni og Reinsarínum. Tað verða bæði stuttfilmar og spælifilmar sýndir allar dagarnar og har er okkurt til øll - bæði børn, ung og vaksin. Felags fyri allar filmarnar er, at teir onkursvegna umboða minnilutar, tað verið seg minnilutar innan átrúðnað, húðarlit og LGBTQ.

-‘Málið við film festivalinum er at byggja brýr millum minnilutar og marginaliseraðar bólkar í Norðurlondum og restina av heiminum’, sigur Nadia Abraham, stigtakari og samskipari av FIMFF. 

-‘Filmur er ein ótrúliga sterkur miðil, sterkari enn vit geva okkum far um. Tískil er tað av alstórum týdningi at allir samfelagsbólkar kenna seg aftur í filmum, og at teirra avbjóðingar og lív verða lýst, og at tey á tann hátt gerast meiri sjónlig í samfelagnum’, greiður Nadia frá. 

-‘Vit meta at vit, við einum tílíkum film festivali, veruliga kunnu gera mun samfelagsliga’, heldur Nadia áfram og leggur afturat, at film festivalurin er eisini við til at menna film í Føroyum við tað at filmsfólk verða bjóðaði til Føroya, har føroyskir áskoðarar kunnu koma í beinleiðis samband við fleiri av filmsfólkunum handan filmarnar.

-‘Eitt nú hava vit í ár bjóðað Rose Troche, ein av førandi leikstjórunum innan Virtual Reality (VR) í USA til Føroya’, sigur Nadia. 

Eins og undanfarna ár hevur filmfestivalurin eitt yvirskipað tema, og er temaði í ár menniskjarættindi. Amnesty International fer at skipa fyri einum kjaki um evnið, og eisini verður stríðið millum Ísrael og Palestina lýst við filmi, listafrsamsýning og panelkjaki. 

Frum- og endasýningarnar verða avdúkaðar
Festivalurin byrjar tann 30. august kl.19 í Norðurlandahúsinum, tá dyrnar lata upp við vælkomudrikki og øðrum. Tað eru bæði størri og smærri filmar, sum vera sýndir hesar dagarnar, og øll skráin verður avdúkað tvær vikur áðrenn festivalin.

Nadia kann tó nú avdúka filmarnar til bæði frum- og endasýningina, sum hon sigur eru sera stórir og viðurkendir filmar.

-‘Vit eru sera errin av at kunna avdúka, at vit í Føroym kunnu byrja festivalin við amerikanska filminum ‘Disobedience’ við kendu Rachel Weisz og Rachel McAdams í høvuðsleiklutunum, og sum Oscar-vinnandi leikstjórin Sebastián Lelio hevur leikstjórnað. Hetta er ein filmur, sum hevur fingið sera nógva og góða umtalu um allan heim. Filmurin snýr seg í stuttum um eina kvinnu, sum kemur aftur til sítt Orthodox-jødiska umhvørvið í London, eftir at vera útihýst í fleiri ár vegna hennara samband við eina kvinnu. Tær gerast góðar aftur, og kannað tær soleiðis markið millum trúgv og seksualitet, greiður Nadia frá og sigur, at filmurin enn ikki hevur havt frumsýning í Onglandi, ‘so tað er sera forkunnugt hjá føroyska áskoðarunum, at síggja filmin í Føroyum.’

Áskoðararnir kunnu eisini gleða seg til endafilmin 2. september kl. 20 í Perluni, tá ein sera forvitnisligur og viðkomandi filmur verður á skránni, har eisini leikstjórin, Ísold Uggadóttir, verður at hitta.

-‘Eftir tógvi stríð eydnaðist tað okkum endiliga at fáa íslendska filmin ‘And breathe normally’, ella ‘Andið eðlilega’, sum hann eitur á íslendskum, til Føroya. Hetta er einasti møguleikin hjá føroyingum at síggja filmin í Føroyum. Somuleiðis verður gjørligt at hitta viðurkenda íslendska leikstjóran, Ísold Uggadóttir, og seta henni spurningar. Filmurin snýr seg um eina einliga mammu í Íslandi, sum fær eitt serligt samband við eitt flóttafólk úr Guinea-Bissau. Filmurin nemur við evni so sum fátækradømi, flóttafólka- og LGBT-mál’, og leggur Nadia afturat, at ‘Filmurin fekk eina sokallaða ‘standing ovation’ til filmfestivalin, Frameline, í San Fransisco, sum als ikki er vanligt, so vit hava nógv at gleða okkum til!’, sigur ein vælnøgd Nadia.

Spurd hvat tann føroyski áskoðarin kann vænta sær hesar dagarnar, svarar Nadia:

-‘FIMFF er eitt upplagt høvi hjá føroyingum at síggja filmar, sum tey annars ikki hava møguleika at síggja í Føroyum, at nema sær vitan um ymiskar minnilutabólkar og bara at vera undirhildin í ein enda í annan!’. Nadia leggur afturat at atgongumerkjasølan byrjar eini tvær vikur áðrenn festivalin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo