Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Síðan á sumri 2020 hevur gamla Hotel Skálavík verið karmur um ein eftirskúla, har fleiri ung úr øllum landinum hava leitað sær.

Endamálið við eftirskúlanum er at menna tað samfelagsliga og sosiala tilvitið hjá næmingunum.

– Vit taka útgangsstøði í einstaka næminginum, og vit ynskja at førka teir fakliga og sosialt. Tað snýr seg um at vera saman, virkin og hugbundin, sigur Erika Winther, skúlastjóri í eftirskúlanum í Skálavík, sum eitur Brúgvin.

Hetta er eisini nakað, sum sæst aftur í undirvísingini, tí sum næmingur á Brúnni hevur tú tvær breytir, sum eita #SAMAN og #MEINING. Aftrat hesum eru nakrar vallærugreinar – útilív, kokk amokk, tónleikur og skapandi list, umframt tær vanligu vallærugreinarnar sum rokning og føroyskt.

– Vit brúka tær styrkirnar, sum vit hava starvsfólk til. Tónleik duga vit ordiliga væl, og so duga vit eisini væl at vera úti í náttúruni, gera kappingar og sovorðið rátt. Paddle board, síðing, súkklutúrar, rógva kajakk og so framvegis, greiðir Erika Winther frá.

– Vit hava eisini eina kokkalinju, so um man tímir at gera mat, so sleppur man at royna seg. Hetta er ikki bara at baka eina skuffukaku, men meira at gera eina matskrá við trimum rættum frá grundini.

Nú verður annars arbeitt við at tillaga tilboðið, so meira fokus verður á náttúru og útilív.

– Tað er for lítið bara at hava tveir tímar um vikuna í útilívi, so tað skalera vit upp nú, sigur skúlastjórin og leggur aftrat:

– Vit ætla eisini at gera meira við poddvarp. Eg haldi, vit eru nokk so aktuell, flennir hon.

Eftirskúlalógin sigur, at man skal byggja á tey kristnu grundvirðini, og hugsjónin hjá Brúnni er nettupp “at geva komandi ættarliðum eitt kristið holistiskt lívsgrundarlag”.

– Tey kristnu grundvirðini síggjast sjálvandi aftur í tí, vit gera, men øll eru vælkomin her. Vit hava andakt um morgunin og so eitt ungdómsmøti um vikuna.

Starvsvenjing og ein uttanlandsferð er eisini partur av eftirskúlatilboðnum.

Tað er tiltikið fyri eftirskúlar, at man á eftirskúlanum búnast upp á ein heilt serligan máta. Hetta sama leggja tey til merkis á Brúnni.

– Eg haldi heilt sikkurt, at næmingarnir læra seg sjálvar ordiliga væl at kenna. Læra at taka ábyrgd. Dannilsi fyllir sera nógv, sigur Erika Winther.

– Sum næmingur á eftirskúla fær man ikki bara nakað fakligt burturúr, men man lærir eisini at standa á egnum beinum, vaska klæði og vesi, og man lærir at taka ábyrgd í felagsskapinum. Hetta er jú, tí man er burtur heimanífrá, og tá er eingin at gera slíkt fyri teg. Búningartilgongdin verður sindur forhastað, kann man siga.

Hvussu er tilgongdin frá fólkaskúla til eftirskúla?

– Tann stóri munurin er sjálvsábyrgd. At taka ábyrgd í felagsskapi. Tað er stuttligt og øgiliga mennandi, sigur Erika Winther.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo