Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vágs kommuna: Týsdagin 14. mars verður almennur fundur um menning í Vági. Fundurin verður í Miðlatúni og byrjar kl. 19.00.

Við broytingunum í føroyska samfelagnum seinastu ártíggjuni, og ikki minst stóru broytingunum í Suðuroynni, er greitt, at tøk mugu takast fyri at tryggja eina góða gongd inn í framtíðina.

Týsdagin verður almennur fundur undir heitinum ”Menning í Vági – tú kann eisini gera mun !” í Miðlatúni í Vági.

Endamálið við fundinum er at varpa ljós á møguleikarnir fyri at víðka um vinnuliga grundarlagið í nærumhvørvinum, har stig verða tikin fyri at byrja nýggjar vinnur og nýggjar tænastur, soleiðis at fleiri starvsmøguleikar verða skaptir.

Fundurin verður ein aktivur fundur, har fundarfólki aktivt tekur lut í at seta orð á hvørjar nýggjar vinnur og tænastur kunnu skapast í Vági. Á fundinum verða eisini skipaðir arbeiðsbólkar, sum fara at arbeiða víðari við nøkrum av teimum hugskotunum, sum koma fram á fundinum.

Anna B. Samuelsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini bjóðar vælkomin. Dennis Holm, borgarstjóri hevur stutta framløgu um møguleikar og avbjóðingar í Suðuroynni. Bjartur Nolsøe, stjóri á Íverksetarahúsinum, kemur at leiða og skipa fundin.

Vágs kommuna hevur seinastu árini styrkt munandi um íverksetarastuðilsskipanir og sett á skrá menning av nýggjum vinnum og tænastum í Vági, og er hetta tiltakið liður í og eitt framhald av hesum arbeiðinum.

Hevur tú áhuga í verða virkin í virka fyri menning í Vági, ella hevur tú hugskot um nýggja vinnu ella nýggja tænastu, so er at møta upp í Miðlatúni týskvøldið kl. 19.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fundin, sum er almennur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo