Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Samstarvsnevndin fyri Visit Vágar hevur gjørt av at seta Rasmus S. Biskopstø í farloyvisstarv sum menningarleiðari fyri Visit Vágar.

Rasmus er 28 ára gamal, hevur eina bachelorútbúgving í sosialvísund og samfelagsplanlegging og eina kandidatútbúgving í geografi og sosialvísund. Hann hevur skrivað serritgerð um vaksandi hiking-ferðavinnuna í Føroyum, har umstøðurnar við Drangarnar og Trælanípuna vóru millum økini ið kannað vóru.

Rasmus hevur arbeiðsroyndir m.a. sum býarplanleggari og innan ferðavinnu. Hann er í skrivandi løtu kunningarleiðari hjá Visit Suðuroy á Tvøroyri.

Rasmus byrjar í starvinum sum menningarleiðari hin 1. mai 2021.

7 umsóknir vóru til starvið, og samstarvsnevndin var samd um, at Rasmus hevði rætta profilin og røttu førleikarnar at røkja farloyvisstarvið, ið næsta árið fyrst og fremst fer at snúgva seg um menning av ferðavinnuinfrakervinum í Vágum og Mykinesi. Samstarvsnevndin er sett saman av umboðum fyri Sørvágs kommunu og Vága kommunu.

Kommunurnar í Vágum ynskja Rasmusi til lukku og góða eydnu við starvinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo